Nú skulu øll starvsfólk á dagstovnum til børn í Tórshavnar Kommunu, í skeið um happing.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá býráðnum, sigur, at tað er avgerandi, at Tórshavnar Kommunu hevur eina null-hugsjón fyri happing bæði í skúlunum og á dagstovnum.
- Tí skal málið vera, at eingin happing verður á skúlum og á dagstovnum í kommununi yvirhøvur, sigur hon.
Allir lærarar í landinum hava arbeitt við hesum vandamáli, og nú eiga starvsfólkini á dagstovnunum tørn og tí verður nú skipað fyri ráðstevnu um happing fyri tey, sum arbeiða á dagstovnum.
Ráðstevnan verður í fýra dagar síðst í apríl, so at so nógv starvsfólk sum til møguligt -helst øll- fáa høvi at vera við.
- Einki er meira lemjandi fyri eitt barn, og framtíðina hjá tí, enn at hava verið happað í barna- og ungdómsárum, sigur Helena Dam á Neystabø.