Tað er ongastaðni, at stættarmunurin er so lítil, sum í Føroyum. Ein máti at lýsa stættarmunin í einum landi, er tað, sum verður kallað ginitalið. Tess lægri tað er, tess javnari er samfelagið. Er ginitalið null, hava øll somu inntøku og hevur eitt fólk alla inntøkuna í einum landi, er talið 100.
Hagstovan hevur roknað ginitali í Føroyum er ginitalið út til 2019 og tá var tað 22,7, so so lágt er tað onga aðrastaðni. Men uppgerðin vísir eisini, at seinastu árini er tað broytt nógv. Í 2009 var tað 19,6, men so hækkaði tað so líðandi upp í 22,7 í 2012. Har helt tað sær til í 2014, men frá 2014 til 2015 hækkaði tað so aftur upp í 23,5. Síðani er tað minkað javnt aftur til tað kom niður aftur á 22,0 í 2019.
Útrokningarnar hjá Hagstovuni vísa eisini, at tað er lítil og eingin munur á stættarmuninum hjá monnum og kvinnum. Men hinvegin er tað nokk so stórur munur á, hvussu stórur stættarmunurin er í ymsum økjum í landinum. Sum heild vísa tølini, at stættarmunurin er størst í teimum økjum í landinum, har nógv fiskivinna er. Í Norðoyggjum er ginitalið 22,4 og í Eysturoy, har stættarmunurin er størst, er tað 23.
Javnasta økið í landinum er Vágar, tí har er ginitalið 20,8, ella væl lægri enn miðal.
Sí talvuna niðan fyri
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at Ísland er tað javnasta landið, aftan á Føroyar, tí har er ginitalið 23,2. Í Noregi er tað 24,8 og í Finnlandi er tað 26,5. Í Svøríki er ginitalið 26,9 og í Danmark er tað 27,3.
Grønland er í serstøðu, har er ginitalið 34,6, sum er nógv tað hægsta í Norðurlondum. Í ES er ginitalið 30,2 í miðal