Í kvøld skal Sarah Mahfoud boksa HM-dyst í Las Vegas. Hetta er fyrstu ferð, at ein professionellur, kvinnuligur boksari úr danska kongaríkinum boksar HM-dyst í USA.
Sarah hevur fingið hendan gylta møguleikan, eftir at boksisambandið World Boxing Council (WBC) leysgav HM-heitið í fjøðurvekt, sum Amanda Serrano annars hevur havt. Tí verða tað teir báðir boksararnir, sum standa ovast á styrkilistanum hjá WBC, sum skulu kappast um HM-beltið. Teir eru Sarah Mahfoud og australska Skye Nicolson.
Dysturin teirra millum verður á Fontainebleau Las Vegas, sum liggur mitt á heimskendu høvuðsgøtuni The Strip. Dysturin verður millum klokkan 01 og 02 í nátt føroyska tíð.
– Eg eri sera fegin um, at eg havi fingið hendan kjansin. Eg havi vant hart og vunnið fleiri dystir fyri at koma heilt upp á styrkilistan, so at eg aftur kann boksa ein dyst sum hendan, sigur Sarah Mahfoud.
Virkin boksari
34 ára gamla Sarah Mahfoud, sum hevur føroyska mammu og var fødd í Føroyum, hevur búð í Danmark stóran part av lívinum. Hon hevur tó varðveitt tætt samband til Føroya og tosar føroyskt.
Sarah Mahfoud hevur boksað, síðani hon var ung genta. Hon boksar nú í vektbólkinum fjøðurvekt, sum er upp til 57 kilo.
Hon boksaði 55 dystir sum amatørur, og tá vann hon danska meistaraheitið tríggjar ferðir og norðurlendska meistaraheitið tvær ferðir.
Síðani 2017 hevur Sarah Mahfoud verið professionellur boksari, og hon hevur boksað 15 dystir. Hon vann 14 og tapti ein. Í 2020 vann Sarah Mahfoud heimsmeistaraheitið hjá boksisambandinum IBF, men hon misti heitið í dysti ímóti Amandu Serrano í 2022.
Boksing er býtt upp í ymisk góðkend boksisambond, og tí kunnu fleiri heimsmeistarar vera í sama vektflokki. Hvør felagsskapur hevur síni HM-heiti, og nú skal Sarah Mahfoud kappast um HM-heitið hjá WBC.
##med2##
Arbeitt hart
Sarah Mahfoud hevur við hørðum og miðvísum arbeiði vunnið seg í støðuna, at hon aftur hevur møguleika at verða heimsmeistari í boksing.
– Tá ið eg tapti ímóti Amandu Serrano í 2022, visti eg, at tað fór at krevja nógv av mær at koma hertil aftur. Eg skuldi venja harðari, enn eg hevði gjørt, og eg skuldi boksa nakrar truplar dystir og vinna teir. Men eg trúði uppá tað, og nú havi eg gjørt tað, sum skuldi til, sigur hon.
– Tá ið tú hevur boksað í so nógv ár, sum eg havi, er tað stuttligari at boksa, um tað veruliga stendur nakað upp á spæl. Tí gleði eg meg sera nógv at fara til Las Vegas at boksa, sigur hon.
Stórur dystur
Tað verður roknað sum nakað heilt serligt at boksa HM-dyst í Las Vegas. Tað er slíkt, sum boksarar droyma um at uppliva, men sum teir fæstu fáa møguleikan til.
– Tað er ótrúliga stórt, at hesin dysturin verður í Las Vegas. Eg trúgvi tí næstan ikki, og eg hugsi, at fólk skilja ikki heilt, hvussu stórt hetta verður, sigur Sarah Mahfoud.
– Tað størsta, sum tú kanst uppliva í boksing, er at boksa ein HM-dyst í Las Vegas, og tað skal eg gera nú. Eg gleði meg til hesa uppgávu, og eg ætli mær at njóta alla upplivingina. Og tá ið eg verði eldri kann eg siga, at eg boksaði um eitt HM-belti í Las Vegas. Og eg ætli mær at gera alt, sum eg kann, fyri at eg eisini kann siga, at eg vann heimsmeistaraheitið í Las Vegas, sigur hon.
##med3##
Ger alt fyri at vinna
Skye Nicolson, sum Sarah Mahfoud skal boksa ímóti, er ættað úr Brisbane í Australia. Hon vann HM-bronsu í 2016 og var við í OL í Tokyo í 2021. Hon fór at boksa sum professionell í USA í mars 2022 og vann longu árið eftir eitt fyribils HM-heiti hjá WBC.
Nú skulu Skye og Sarah dystast um veruliga HM-heitið hjá World Boxing Counsil.
– Skye og eg líkjast eitt sindur sum boksarar. Vit duga báðar væl at lesa mótstandaran av og at finna møguleikar, og báðar eru tekniskar. Vit hava sjálvandi analyserað hana og hava funnið okkurt, sum eg kann royna at útnytta, og tað hava vit eisini vant, sigur Sarah Mahfoud.
– Vit liggja væl til hvørja aðra, og tí verður hetta ein góður og spennandi dystur hjá áskoðarunum.
Sarah Mahfoud sigur, at tað skal eitt heilt serliga gott avrik til fyri at vinna.
– Tað verður trupult at vinna hendan dystin, tí hetta er eisini teirra stevna, men eg ætli mær eisini at vísa tað í ringinum, at eg eri komin eftir sigrinum, sigur hon.
– Mín vón og ætlan er at vinna HM-heitið, og so fara fleiri stórir dystir at koma. Alternativið hugsi eg ikki um nú, tí um eg ikki vinni, verður vegur uppaftur langur. So nú snýr alt seg um hendan dystin og at fyrireika meg so væl, sum tað yvirhøvur ber til, so at eg kann vinna eitt HM-belti aftur, sigur Sarah Mahfoud.
##med4##