X Factor sangkappingin í Danmark byrjar aftur í kvøld.
Danska X Factor hevur verið tað nærmasta, føroyingar hava havt sína egnu X Factor kapping, tí nógvir føroyskir sangarar hava gjøgnum árini gjørt verið við og staðið seg væl. Størsta avrikið hevði Linda Andrews, sum vann X Factor í 2009, men fleiri onnur hava gjørt vart við seg, og í fjør vóru tveir av trimum finaluluttakarum føroyingar – Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá.
Í kvøld fer TV2 undir at senda frá ársins upptøkuroyndum, har hundraðtals ókendir sangarar bjóða seg fram – summi við eyðsýndum talenti, onnur ikki.
Thomas Blachmann hevur verið ein av dómarunum øll árini, og hann verður eisini við í ár. Kwamie Liv, sum var dómari fyri fyrstu ferð í fjør, er eisini við. Triðji dómarin er spildurnýggjur. Sangarin og sjónleikarin Simon Kvamm, sum hevur føroysk ættarbond, er nýggjur dómari í kappingini.
TV2 sendur fyrsta partin av fimtandu sesong av X Factor í kvøld kl. 19.00.