FÓTBÓLTUR: Heri Nolsøe í Havn er ikki bara spentur til dystin millum Spania og Føroyar í kvøld.
Meðan føroysku spælararnir fara at stríðast fyri æruni í Gijon, verður Heri við í aðrari kapping
Heri er komin við í finaluna í kapping at gera slagsang til danska fótbóltslandsliðið. Tilsamans 10 sangir eru valdir burtur úr teimum mongu innsendu sangunum, og teirra millum er sangurin hjá Hera Nolsøe, Danmark, du er på vej.
Í kvøld verður avgerð tikin um hvør skal vinna kappingina. Tað er danska sjónvarpsrásin TV3, sum saman við Sonofon og Carlsberg, skipar fyri kappingini.
TV3 sendir í kvøld HM-dystin millum Grikkaland og Danmark, og tað verður í tí sambandinum at vinnarin verður funnin.
Hyggjararnir sleppa at vera við í at taka avgerð, og kunnu atkvøða um hvønn sang tey halda vera tann besta.
Eg havi einki hoyrt frá TV3 um finaluna, men eg fylgi við á rásini og vóni tað besta í kvøld, sigur Heri Nolsøe við Ítróttarsosialin.
Og øll vit onnur krossa eisini fingrar fyri føroyska skaldinum.