Í kvøld verður tað sum í gomlum døgum á Sandi

Greipuvinnararnir í HB eru á veg til Sands, har tað í kvøld verður fjórðingsfinala

mynd: B71

Tað er greitt, at Víkingur og B36 fara at spæla hálvfinalu um annað plássið í finaluni um løgmanssteypið, og í kvøld fæst at vita, hvørjum NSÍ skal spæla ímóti í hinari hálvfinaluni.

 

Tríggjar fjórðingsfinalur vóru spældar 28. til 30. apríl. Í kvøld verður tann fjórða fjórðingsfinalan. Hon verður á Sandi, har B71 fær vitjan av HB, sum í fjør vann bæði FM og steypakappingina. Tá ið B71 var upp á sítt besta, var tað dagur í viku, tá ið HB vitjaði á Sandi, og soleiðis verður tað aftur í kvøld.

 

Síðst besta HB liðið spældi ímóti besta liðnum hjá B71 var fyri næstan hálvumtriðja ári síðani. 22. apríl í 2019 var B71 í Gundadali og spældi fjórðingsfinalu. Ta ferðina vann HB 4-0. Símun Samuelsen, sum nú er venjari hjá næstbesta HB liðnum, skoraði hattrikk. Hann og næstbesta HB liðið vóru fyri smáum tveimum vikum síðani á Sandi, og tá eydnaðist tað HB eitt sindur óvæntað at vinna 2-1.

 

Síðsta málið í 4-0 sigrinum fyri tveimum árum síðani skoraði Dan í Soylu, sum fram til 2013 umboðaði barndómsfelagið B71.

 

Tað eru tíggju ár síðani, at B71 spældi landskappingardystir í bestu deildini. 2011 var einki serligt ár – hvørki fyri B71 ella HB. B71 endaði aftast og flutti niður, og HB endaði á áttanda plássi, sum er vánaligasta endastøðu í nógv ár.

 

Í 2021 landskappingini er fokus hjá HB at vinna steypafinaluna triðja árið á rað. HB hevur higartil vunnið steypakappingina 28 ferðir. Tað hevur eisini týdning at vinna silvurplássið í landskappingini, og at næstbesta liðið ikki flytur niður úr 1. deild. Í løtuni er HB á sjeynda plássi. Tað eru fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Hjá B71 hevur fokus verið á væl og virðiliga at varðveita plássið í næstbestu deildini. Í løtuni er B71 á fjórða plássi. Vandin fyri niðurflyting er burtur, og tað er møguleiki fyri, at B71 fer at flyta upp í bestu deildina. B71 er á fjórða plássi. Tað eru tvey stig fram til næstfremsta plássið og AB, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn B71.

 

B71 hevur einaferð vunnið løgmanssteypið. Tað var í 1993, tá ið sandoyingar við Piotr Krakowski sum venjara vunnu finaluna ímóti HB 2-1.

 

Fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið:

 

B71 – HB: Rani A. Skaalum kl. 18.15.

 

mynd: B71