Í minsta lagi 10 doyðu í melduródn á Madagaskar

Í januar lótu 58 fólk lív í einari tropiskari melduródn, og nú hevur melduródnin, sum rakti landið í gjár, kravt í minsta lagi tíggju mannalív.

 

Melduródnin Batsirai hevur kravt í minsta lagi tíggju mannalív á Madagaskar.

 

Tað upplýsa myndugleikarnir í landinum. 

 

Harða melduródnin rakti eysturstrondina av Madagaskar leygarkvøldið og hevur elvt til stórar oyðileggingar.

 

Í minsta lagi 48.000 fólk eru flutt burtur úr sínum heimum, og materiellu oyðileggingarnar kring um í bygdum og býum eru stórar, eitt nú í Manakara og Nosy Varika.

 

Vegir liggja undir í vatni, trø eru koppað, og streymurin er burtur nógvastaðni.

 

Stórir partar av Madagaskar hava frá tropisku ódnini, Ana, staðið undir í vatni.

 

Ana, sum herjaði landið í síðsta mánaði, kravdi í minsta lagi 58 mannalív, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

Madagaskar er lýðveldi í Indiska Havinum, sum liggur einar 400 kilometrar úr afrikansku landsynningsstrondini.

 

Við sínum 590.000 ferkilometrum er høvuðsoyggin, sum eisini kallast Madagaskar, fjórð størsta oygg í heiminum.

 

Í 2020 var fólkatalið á Madagaskar 27,69 miljónir. Høvuðsstaðurin er Antananarivo.

 

##med2##

 

 

 

 

Madagaskar liggur einar 400 kilometrar úr afrikansku landsynningsstrondini.