Minst 500 deyð í ísraelskum álopi á sjúkrahús í Gaza

Í minsta lagi 500 fólk eru deyð eftir eitt ísraelskt loftálop á eitt sjúkrahús í Gaza.

 

Myndir: Dawood Nemer/AFP/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir palestinska heilsumálaráðið, skrivar Reuters.

Fyrr í dag boðaði Al Jezeera frá, at minst 200 fólk vóru deyð á sjúkrahúsinum al-Ahli Arab Hospitals, sum er í Gaza býi.

Enn er óvist, um talan er sum sama sjúkrahús.

 

Álopið rakti garðin á sjúkrahúsinum, upplýsir ráðið.

 

Nógvir palestinar hava leitað sær skjól við sjúkrahúsini í Gazagerinaum, tí mett verður, at tey eru av tryggastu støðum at vera.

 

##med2##

##med3##

 

– Sjúkrahúsini hýstu hundraðtals sjúkum og særdum fólkum, sum eru tvunging at flýggja heimaífra, sigur miðlaskrivstovan hjá Hamas.

 

Hamas metir álopið sum »eina krígsbrotsgerð«.

 

Ísraelski herurin hevur ikki viðmerkt tíðindini um álopið.

 

Tað búgva yvir tvær milliónir fólk í smala Gazagerinaum, sum er eitt sindur størri enn Streymoyggin.

 

Ísrael hevur heitt á allar íbúgvar í norðaraparti av Gaza um at flyta seg suðureftir fyri at sleppa undan loftálopum.

 

/ritzau/

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

Myndir: Dawood Nemer/AFP/Ritzau Scanpix