Í minsta lagi 86 journalistar myrdir í fjør

Munandi fleiri journalistar vórðu dripnir í fjør samanborið við áður.

 

Í minsta lagi 86 journalistar vórðu dripnir í 2022 sambært ST-stovninum Unesco. Tað er munandi fleiri í mun til undanfarin ár. Í tíðarskeiðnum 2019-2021 vórðu í miðal 58 journalistar dripnir um árið, skrivar AFP.

– Eftir fleir ár við alsamt fallandi tølum, er tað ein skelkandi hækkan í talinum av dripnum journalistum, sigur aðalskrivarin í Unesco, Audrey AZoulay, í eini fráboðan.

Flestu journalistarnir eru dripnir í sambandi við avdúkingar »ella umtalu av skipanum brotsverkum, vápnaðu stríð, ella eftirlitið við víðgongdum«, stendur í frágreiðingini hjá Unesco. 

ST stovnurin staðfestir eisini, at vandin er vaksandi hjá journalistum, tá teir fáast við mutur, umhvørvisbrotsverk, valdsmisnýtslu og eftiransing av mótmælistiltøkum.

Látínarmerika og Karibia eru nógv tey vandamiklastu økini fyri journalistar, skrivar Unesco. Har eru 44 journalistar dripnir í arbeið sínum.

– Myndugleikarnir mugu økja royndirnar at steðga hesum brotsverkum og mugu tryggja, at illgerðarfólkini verða revsað.

– Líkasæla er eitt vandamikil lið í hesum samanhangi, sigur Unesco-leiðarin.

/ritzau/AFP