Løgregla og sjúkrabilar eru massivt til staðar á skúlanum í Graz í Suður Eysturríki, har ein skúlaskjóting hevur kravt fleiri mannalív. - Myndir: Erwin Scheriau/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi átta fólk deyð í skot­til­burði í skúla í Eysturríki

Eysturríkska innanríkisráðið váttar, at fleiri offur eru eftir álop á ein skúla í Graz.

Løgregla og sjúkrabilar eru massivt til staðar á skúlanum í Graz í Suður Eysturríki, har ein skúlaskjóting hevur kravt fleiri mannalív. - Myndir: Erwin Scheriau/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi átta fólk eru dripin í skúlaskjótingini í býnum Graz í Eysturríki í dag.

Hetta skrivar Kronen Zeitung. Blaðið upplýsir ikki, hvaðani tað hevur fingið sínar upplýsingar.

Sambært sjónvarpsstøðini ÖRF váttar eysturríkska innanríkisráðið, at talan er um fleiri offur.

Løgreglan hevur ikki alment váttað fráboðanina um tey átta dripnu.

Sambært blaðnum er illgruni um, at gerningsmaðurin er dripin. Hann verður hildin at vera ein næmingur á skúlanum, sum tók sítt egna lív eftir álopið.

Fleiri næmingar og lærarar eru álvarsliga særd, upplýsir ein talsmaður fyri løgregluna við sjónvarpsstøðina ÖRF.

Kronen Zeitung hevur tosað við mannin hjá einum lærara, sum barrikaderaði seg í einum flokshøli saman við sínum næmingum. Lærarin hoyrdi ljóðið av fleiri skotum, segði hon við mannin.

Løgregla og serdeildir eru til staðar í hópatali.

Løgregluátakið hevur verið í gongd síðani umleið klokkan 10 lokala tíð, tá fráboðanir um skottilburð á skúlanum komu, skrivar blaðið.

Í einum uppslagi á X heitir løgreglan á fólk í økinum um at fylgja boðum frá løgregluni.

 

##med2##

Løgreglan í Graz hevur ikki viðmerkt málið víðari, skrivar Reuters.

Í morgun vórðu næmingar og starvsfólk flutt burtur úr skúlanum, meðan løgreglan kembir økið.

 

/Ritzau/

 

##med3##

##med4##

##med5##

 

Løgregla og sjúkrabilar eru massivt til staðar á skúlanum í Graz í Suður Eysturríki, har ein skúlaskjóting hevur kravt fleiri mannalív. - Myndir: Erwin Scheriau/Ritzau Scanpix