Í morgin flýgur SAS aftur til Føroya

Í morgin tekur skandinaviska flogfelagið SAS uppaftur flúgvingina millum Keypmannahavn og Vágar.

 

Tað, ið eftir er av hesum mánaðinum flýgur SAS millum Keypmannahavn og Vágar tríggjar ferðir um vikuna, mánadag, fríggjadag og sunnudag. 

Men frá 28. juni fer SAS at flúgva til og úr Føroyum hvønn dag uttan leygardag.

 

Tað sæst í bíleggingarskipanini hjá SAS, sas.dk

Skandinaviska flogfelagið gavst at flúgva til Føroyar 1. oktober í fjør, tá ferðafólkatalið minkaði nógv, og SAS eisini skuldi krevja gjald frá ferðafólki fyri koronukanningarnar.

 

##med2##