Jólaskipið, sum skuldi koma á Runavík, men sum áður hevur verið útsett, kemur nú í morgin, 18. desember klokkan 15.
Í ár verður farið saman við jólamonnunum niðan til jólaøkið við Gomlu Smiðju, beint við rundkoyringina.
- Siðvenja hevur verið, at jólamenninir syngja nakrar sangir saman við børnum, og soleiðis verður eisini í ár.
Hjá Visit Runavík vita tey at siga, at Nes Sóknar Musikkfelag fer at seta ein hátíðarligan dám á løtuna, tá jólaskipið kemur.