Rishi Sunak í morgin alment innsettur sum bretskur forsætisráðharri.
Tað upplýsir forsætisráðharraskrivastovan í Downing Street sambært AFP.
Í dag varð tann 42 ára gamli fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin útnevndur sum nýggjur leiðari fyri Konservativa flokkin, og í morgin fyrrapartin skal hann til audiens hjá Charles kongi og formliga setast í starvið sum forsætisráðharri.
Sunak tekur við eftir Liz Truss, sum hósdagin í síðstu viku legði frá sær sum forsætisráðfrú eftir bara hálvanannan mánað í starvinum.
Tað var greitt stutt fyri klokkan 14 í dag, at Sunak fór at taka yvir leiðsluna frá Liz Truss.
Bara Penny Mordaunt hevði meldað seg sum valevni umframt Sunak.
Hon tók seg aftur beint fyri klokkan 14, sum var evstamark fyri at savna teir 100 konservativ tinglimirnar, sum skulu til fyri at gerast valevni.
Beint eftir lokkan 16 tosaði Sunak fyri fyrstu ferð alment.
– Eg eri eyðmjúkur og kenni virðing fyri at at hava stuðlar frá starvsfeløgum í tjóðartinginum at verða valdur sum konservativur leiðari, segði Rishi Sunak.
– Tað er mítt størsta framíhjárættindi at kunna tæna flokkinum, sum eg elski, og geva aftur landinum, eg skyldi so nógv, segði hann.
Ein av størstu avbjóðingum Sunaks verður at savna Konservativa flokkin. Flokkurin hevur stóran meiriluta í tjóðartinginum, men er sera spjaddur í fleiri avgerandi málum – eitt nú brexit, immigratión og búskapi.
Harumframt tekur Sunak yvir eitt land í svárari búskaparkreppu.
Partvíst sendst búskaparkreppan av umstríddar skattaætlan, sum stjórnin hjá Liz Truss síðst í september boðaði frá. Hon hevði við sær ófíggjaðar skattalættar og fekk pundið at bráðfella.
Umstrídda skattaætlanin hjá Truss var við til at blæsa lív í órógvið um hana og at enda eisini serliga viðvirkandi til, at hon mátti leggja frá sær.
/ritzau/