Aftur í ár skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku. Tiltakið verður í morgin, 26. september í, í Granskingarsetrinum iNOVA.
Sum undanfarin ár verða allir granskingarstovnarnir í Føroyum við í tiltakinum, sum hevur til endamáls at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.
Nógv spennandi tiltøk verða til allar sansir. Framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni, spurnakappingar og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking. Eisini fara lærarar og studentar úr Hoydølum at hava eitt borð við ymiskum kendum og meira ókendum eksperimentum fyri bæði stór og smá.
Um kvøldið verður kvøldartiltak við onkrum leskiligum at eta og drekka, undirhaldi og handan av ársins miðlaheiðursløn.
Vísindavøkan verður í ár nakað minni enn undanfarnu tvey árini, tí hølis- og fíggjarumstøður ikki eru til eitt stórt tiltak hesaferð. Hetta merkir serliga, at tað ikki verður so gott pláss til fyrilestrar til miðnámsskúlarnar og at tað ikki verður skipað fyri tiltøkum til barnagarðs- og skúlabørn.
Vísindavøkan er opin fyri øll, tó at tað krevst tilmelding til fyrilestrarnar fyrrapart. Skráin fyri fyrilestrarnar og upplýsingar um tilmelding verða almannakunngjørd um miðjan august.
Tiltøkini verða frá morgni og til umleið kl. 22 og øll tiltøk eru ókeypis.
TRÝST HER fyri at síggja temablaðið um Vísindavøkuna, sum var í Sosialinum 17. september