Í morgun letur kondittarí upp í SMS

Í morgun klokkan 10 letur nýggja og konditaríið, Omaná, upp í SMS.

Fleiri hava kanska longu lagt til merkis, at byggjarí hevur verið í gongd, har kioskin og bakarin í Miklagarði hevur verið. Hetta er tí, at her skal nýggja konditaríið í SMS vera.

Tað er Malene Fisker Waag, sum er ein av eigarunum og kondittari í Omaná. Malene hevur lært til kondittara á vælumtókta kondaritarínum í Keypmannahavn, La Glace, og hevur eisini arbeitt í New York eitt skifti. Afturat tí, hevur hon eisini royndir sum ísmeistari.

- Eg havi altíð droymt um at hava mítt egna kondittarí, og nú gjørdist mín dreymur veruleiki. Eg hevði bara aldrin gitt, at tað fór at vera í Føroyum, sigur Malene, sum er uppvaksin í Danmark, men er flutt til Føroyar saman við føroyska manninum.

##med2##

- Í nýggja kondittarínum leggja vit dent á at hava okkara egna stíl, sigur Malene, og tað má man siga, at Omaná hevur. Bæði hvat innrætting og vøruúrvali viðvíkur.

Í Omaná verður gjørligt at fáa leskiligar kondittarakakur, tertur, heimagjørdan ís og gott kaffi av ymsum slag, sum ein kann njóta í litfagra og flotta kondittarínum. Til ber eisini at keypa kakur heim við og at bíleggja til veitslur.

##med3##

Ein spennandi selfie-veggur er beint við inngongdina og viðsíðuna av hongur eitt neonskelti við eykenda Omaná-búmerkinum á flottum flísum. Borð og stólar eru sergjørd við pastellitum og spæla væl saman við heildini. Ein fær kensluna av New York, London og Tórshavn alt í senn. Eitt spennandi og øðrvísi bland av litum og tilfari.

- Eg gleði meg til at deila mína bakigleði og hjartabarn við alt Føroya fólk í morgin og vóni, at fólk fara at taka væl ímóti, sigur Malene at enda: