Í gjár spældi føroysku U-17 genturnar seg við trivaligum 37-16 sigri ímóti Estlandi í hálvfinaluna í EM kappingini, sum í hesum døgum er í Georgia. Serbia, sum vann bólkin, og Føroyar vunnu seg víðari, og Italia og Estland vórðu varpað úr kappingini.
Nú klokkan 11.30 skulu Føroyar spæla ímóti Hollandi, sum vann sín bólk, meðan hin hálvfinalan verður millum Serbia og Ukraina.
Tað ber til at síggja dystirnar á hesi leinkjuni
https://ehftv.com/home?fbclid=IwAR1vDEB-IRkFovrHm951jZlC0R-a0bWkXqhzHUVoJZwXBm8vYJ2W77TZ2NY