Í onkrum skúla eru heili 53 børn í sama flokki

Landsstýrismaðurin fer nú at kanna um nakrir skúlaflokkar eru ov stórir

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, fer nú at eftirmeta skipanina vit hava í fólkaskúlanum. Tað sigur hann eftir at Sirið Stenberg, tingkvinna úr Tjóðveldi, hevur spurt hann um hann heldur, at summir skúlaflokkar eru ov stórir.

 

Hon sigur, at fíggjarliga er fólkaskúlin illa fyri og í hesum sambandi er tað ringt at fáa játtan til serundirvísing Tí heldur hon, at ein loysn kundi kanska verið, at færri børn vóru í hvørjum flokki, so tað var betri tíð til einstaka barnið.

 

Jenis av Rana sigur, at barnatalið í hvørjum flokki er so ymiskt sum tað, at í tveimum skúlum er bara eitt barn og í onkrum skúla, har flokkar eru samanlagdir, eru heili 53 børn í flokkinum. Eftir lógini eigur barnatalið ikki at fara upp um 24 børn í hvørjum flokki, men eru 27 børn í sama flokki, verður fult tímatal játtað til tveir flokkar. Tó verða eyka tímar játtaðir, tá ið 25 ella 26 børn eru í einum flokki í 3. – 7. flokki. 

 

Í hesum skúlaári eru tað 159 flokkar, har tað eru minst 20 børn í flokkinum. Jenis av Rana sigur, at í 87 flokkum, eru 20 – 23 børn og í 72 flokkum, eru 24 børn.

 

Jenis av Rana sigur, at tað kann verða torført at røkka tí einstaka barninum tá ið flokkarnir eru stórir. Hann sigur, at vit hava skyldu til at hugsa um hvørt einstakt barn, so at øll børnini bæði læra og trívast í fólkaskúlanum.

 

– Eg fari at eftirmeta skipanina, eisini við atlit at, at barnatalið er rættiliga høgt í nógvum flokkum, serliga í skúlum, har nógv børn eru, sigur Jenis av Rara. Her hugsar hann bæði um lógarverkið og játtanina til fólkaskúlan

 

Hann sigur, at trivnaður og læring veldst eisini um samansetingina í flokkinum, evnini hjá tí einstaka barninum og um eyka tímar eru játtaðir til børn við serligum tørvi. Tað veldst eisini um byrjanarundirvísing, har tveir lærarar í summum førum eru, har minst 19 børn eru í flokkinum.  Hann sigur, at gongd er sett á arbeiðið og í hesum sambandi verður eisini hugt at um flokkarnir eru ov stórir.