info
Ongi úrslit

Í Ress Spa fært tú ikki bara viðgerð – tú fært uppliving 

- Her koma fólk, sum bara vilja hjúkla um seg sjálvan og njóta eina friðarløtu, og so koma eisini fólk, sum hava eitthvørt at dragast við í kroppinum ella sum kanska kenna seg eitt sindur strongd.

Vilmund Jacobsen
6. februar 2023 kl. 12:51

Á Hotel Føroyum er Ress Spa vorðið rættiliga væl umtókt. Her er vælvera í hásæti, og her kanst tú steðga á og njóta eina friðarløtu, samstundis sum tú fært eina kveikjandi vælveruuppliving. 

Tað er Súsanna í Stórustovu, sum er leiðari, og hon er ovfarin av teirri undirtøku, sum tilboðið á Hotel Føroyum higartil hevur fingið. 

- Her kanst tú njóta sissandi og stimbrandi andlitsviðgerðir, djúpar og munagóðar kropsmýkingar og serstøku viðgerðirnar, rasul og infrareyða sauna. 

Hon vísir á, at tær eru fýra, sum eru til arbeiðis á Ress Spa, og serliga um vikuskiftini er nógv at gera.

- Mitt í viku er eisini væl at gera, og tað vindur upp á seg, at fleiri og fleiri vitja okkum mitt í viku eisini, sigur hon.

Ress Spa á Hotel Føroyum hevur opið frá týsdegi til og við leygardag frá klokkan 9 til 18.

Súsanna í Stórustovu sigur, at tað ikki er óhugsandi, at tey við tíðini eisini fara at hava opið sunnudag.

- Hjá okkum fært tú ikki bara eina viðgerð – tú fært eina uppliving, sigur hon.

Umtóktar kropsmýkingar
Súsanna í Stórustovu vísir á, at eitt nú kropsmýkingarnar, sum tey veita, eru ógvuliga væl umtóktar, og her eru nógv viðskiftafólk, sum koma aftur og aftur.

- Her koma fólk, sum bara vilja hjúkla um seg sjálvan og njóta eina friðarløtu, og so koma eisini fólk, sum hava eitthvørt at dragast við í kroppinum ella sum kanska kenna seg eitt sindur strongd. Hetta eru sera avslappandi viðgerðir. 
Hon vísir á, at tað eru fleiri konufólk enn menn, sum koma til massasju, men mannfólk koma eisini.

- Her koma eisini pør og vinabólkar til massasju saman. Vit hava lagt okkum eftir, at viðgerðirnar, sum vit veita, eru eins, soleiðis at fólk fáa nøkulunda somu uppliving, sigur hon.

Rasul og pilates
Millum viðgerðirnar hjá Ress Spa er eisini tað, tey rópa rasul, sum er eitt dampbað við leirsmyrsli.

- Hetta er ein serstøk vælveruuppliving, har tú fært tvey sløg av leiri at smyrja á andlit og kropp, meðan tú nýtir hitan í dampbaðnum.
Súsanna vísir á, at við viðgerðini lata poknurnar seg upp, meðan leirið bæði reinsar og stimbrar húðina.

- Eftir viðgerðina kennist húðin mjúkari og smidligari.

Hon sigur, at tað eru nógv, sum fyrst fara í damprúmið og síðan í sauna, har infrareyðu strálurnar hita kroppin innanífrá og úteftir, sum bæði er gott fyri likamið og immunverjuna. 
- Ein onnur uppliving í Ress er pilates, sum minnir nógv um joga. Her verður arbeitt við smáum rørslum, ið strimbra, styrkja, stabilisera og strekkja vøddar, bindivev og allar liðir í kroppinum. 

Hon sigur, at pilates styrkir kjarnuvøddarnar í kroppinum - rygg, lendar, búk og kokubotn. 
- Tað er ikki neyðugt at hava royndir við pilates, og her eru øll vælkomin, sigur Súsanna í Stórustovu. 

Ress Spa bjóðar nógvar ymiskar viðgerðir, sum lesast kann um á heimasíðuni – www.ress.fo

Funnið mína hill
Súsanna í Stórustovu sigur, at hon hevur funnið sína hill, sum leiðari í Ress Spa á Hotel Føroyum. 
- Eg stórtrívist í hesum vakra umhvørvinum, og mær dámar hetta ordiliga væl. Tað er stuttligt at síggja so nógv glað fólk, sum koma til viðgerð og at slappa av her hjá okkum, sigur hon. 
 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

14 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

10 minuttir síðan
Tíðindi

Konfirmantar í Vesturkikrjuni í dag

24 minuttir síðan
Tíðindi

Falski Lars Tvede fekk ongar pengar frá føroyingum

43 minuttir síðan
Fótbóltur

Eitt sjálvmál bjargaði Piteå týdningarmikið stig móti dystarenda

1 tími síðan
Tíðindi

Merz í Kyiv við lyfti um milliardastuðul

1 tími síðan
Tíðindi

Jákup Eli Østerø og Óli á Grømma tala sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Talvudagur til frama fyri sunnudagsskúlan

2 tímar síðan
Tíðindi

Hann setti síni merki á Fuglafjørð

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Ísaki vann stórt á liðnum hjá Kjartani

3 tímar síðan
Hondbóltur

Landsliðsmálverjin bjargaði trimum brotskøstum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini

10 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Ongland knústi Kroatia og Spania vann triðja sigurin á rað

10 tímar síðan