Hvar helt tú nýggjársaftan?
- Til fiskiskap í Vesturgrønlandi, sigur Alberg Gaardlykke, sum siglir í Grønlandi.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?
- At tað gekst familjuni væl í árinum, og at B68 fekk eitt ár aftrat í bestu deildini.
Hvat var tað keðiligasta?
- At B68 tapti steypafinaluna.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, nei - einki nýggjárlyfti.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?
- Eg havi góðar vónir og vænti góðan fiskiskap og gott veður - og so vóni eg sjálvsagt eisini, at tað fer at gangast øllum væl, sigur Alberg Gaardlykke.