IA vann stórt í Grønlandi

IA bleiv sum væntað tann stóri sigursharrin á grønlendska landstingsvalinum í gjár. Hinir flokkarnir høvdu afturgongd. Tann seinasta veljarakanningin segði, at IA fór at fáa umleið 44 prosent av atkvøðunum, og tá uppteljingin var liðug í nátt, hevði flokkurin fingið 43,7 prosent. Tað er ein framgongd upp á 23,3 prosentstig samanborið við valið í 2005. Tað stóra atkvøðutalið gevur IA 14 av teimum 31 tinglimunum.

Siumut fekk 26,5 prosent av atkvøðunum ella 3,9 prosentstig minni enn seinast. Flokkkurin fær níggju umboð í Landstingið.

Atassut fekk 10,9 prosent, sum var heili 8,1 prosentstig minni enn í 2005 og tríggjar tinglimir, og Demokratarnir fingu 12,9 prosent, sum var 9,9 prosentstig minni enn í 2005. Flokkurin hevur nú fýra tinglimir.

Katusseqatigiit Partiiat slapp júst upp um minstamarkið við 3,9 prosentum og einumm tinglimi, meðan Sorlaat Partiiat bleiv ov stuttur við 1,3 prosenti.

71,3 prosent av teimum grønlendsku veljarunum vóru á vali í gjár.