Jørgen-Frantz Jacobsen fór til Keypmannahavnar eitt ár undan Christiani Matras, og hesin sigur frá, hvussu bilsin hann gjørdist, tá ið tað á Sorø Akademi frættist, at Jørgen-Frantz var farin at skriva yrkingar. Hann heldur kortini, at talið man ikki hava verið stórt og sigur seg bara vita um tær báðar, sum vórðu prentaðar í danska tíðarritinum »Tilskueren« í 1921. Hesar týddi Christian so sjálvur til føroyskt og tær komu í hondskrivaða blaðið hjá Føroyska Studentafelagnum.
Í 1920 búðu bæði Jørgen-Frantz Jacobsen og Christian Matras á Garði (Regensen) í Keypmannahavn, og Christian heldur seg minnast, at Jørgen-Frantz hetta skeið tókst við bókmentir við stórum álvara, men at tað ikki vardi so leingi. Í fríløtum helt hann fram við at skriva, men hvørki hann sjálvur ella vinmenninir høvdu nakað serligt álit á hansara evnum á hesum øki. Teir hildu hann vera alt ov vitbornan til at framleiða skapandi list, í staðin kundi hann gerast kritikari ella vísindamaður. Teir mettu hann ov subjektivan á tí bókmentaliga økinum.
Kortini tókst Jørgen-Frantz í tjúgunum við skriving av ymiskum slag, og hann skrivaði brot av fleiri skaldsøgum, m.a. um Østrøm-skeiðið og um munkatíðina í Kirkjubø. Men í 1922 gjørdi hann sær tað grein, at hann vildi arbeiða fyri Føroyum - og um somu tíð gjørdist hann sjúkur av tuberklum.
Jørgen-Frantz Jacobsen vildi vera partur av tí føroyska tjóðskaparstríðnum, og hann gjørdist ein sjálvsagdur talsmaður fyri føroyskum sjónarmiðum mótvegis tí danska almenninginum. Frá 1925 til 1937 skrivaði hann eina røð av kronikkum í Politiken, og teir alraflestu snúgva seg um føroysk viðurskiftir. Somuleiðis gav hann í 1927 út bókina »Danmark og Færøerne«, sum er eitt framúr íkast til kjakið um viðurskiftini ímillum londini bæði. Í tjúgunum gjørdist hann leysur medarbeiðari á Politiken og frá 1932 til 1934 arbeiddi hann fast fyri blaðið. Men alla tíðina forðaðu nýggj herindi av tí herviligu sjúkuni, at hann fekk avrikið tað, hann fegin vildi. Í 1934, meðan hann lá á Vejlefjord Sanatorium, fór hann undir skaldsøguna »Barbara«.
Brævaskiftið við skyldmannin
William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaðu sínámillum frá 1918 og líka til Jørgen-Frantz doyði í 1938. William Heinesen nevnir í úrvalinum »Dýrmæta lív« (Det dyrebare liv 1958), at rúgvan av brøvum frá skyldmanninum er einar 1500 tættskrivaðar kvartsíður. Hetta er tað sama sum einar fimm-seks miðal skaldsøgur! Í hesum brøvum verða lestur og skriving ofta umrødd, men eisini her verður tikið upp á tungu, um hann - Jørgen-Frantz - tekur skaldskap í álvara. Í mai 1929 skrivar hann - kanska eitt sindur trútin:
»Tú tosaði eina ferð um leti hjá mær viðvíkjandi bókmentum. Í summum lutum er hetta rætt, í summum órætt. Eg havi lisið bæði Goethe, Moliére, Voltaire, Corneille og Anatole France, og heldur tú, at tað er komið inn í annað oyrað og út aftur úr hinum (og tað manst tú halda?), so fert tú skeivur« (Føroyskað hevur Chr. Matras).
Tað nervar hann greidliga eitt vet, at hann veit, at William og Christian ikki halda stórvegis um hann sum bókmentamann. Og hann leggur aftrat: »Sum sagt, eg havi lisið ikki so lítið av fronskum bókmentum. Mangt havi eg lisið tí tað var skylda mín, lestursins vegna (Corneille), men annað hevur av sonnum glett meg, ikki minst Voltaire og Anatole France«.
Í einari samrøðu við Bjarne Nielsen Brovst meira enn hálvtrýss ár seinni sigur William Heinesen um sama evni: »Mínum yrkingum sýndi hann ikki stóran ans. Tá ið samanum kemur, var hann ikki ein ágrýtin lesari av bókmentum, soleiðis sum eg og Christian Matras vóru tað. Jørgen-Frantz vildi vera við, at hann var andaliga sjálvhjálpin«.
Heilt einki hevði Jørgen-Frantz Jacobsen kortini ikki lisið, og hann tókst eisini við so nógv annað enn skaldskap. Í 1929 ger hann hesa niðurstøðu: »Bókmentir eru minni enn so nøkur heiðurstráan hjá mær, sum skal vera søgufrøðingur og politikari (um umstøðurnar loyva tað)«.
Maximurnar hjá franska rationalistinum La Rochefoucauld vóru sum ein Bíblia fyri Jørgen-Frantz, og hann vísir í heilum til hesar:
»Tað, sum mær dámar hjá La Rochefoucauld, er so, sum skilst, hansara óprýdda sannføri, hansara fíggindaskapur móti øllum ófrískum vanahugsanum um deyða, mérite og herdirvi, hetta heskna móteitrið móti errinskapi og erpni, hetta vakna fyrivarnið til ikki at lata seg lumpa, at liva við dreymsjónir, at ganga, andliga meint, við spjaldri á baki, sum øll uttan ein sjálvur hava lisið, og sum hetta er skrivað á: hesin maðurin er av sonnum eitt narr«.
Niðurstøðan hjá La Rochefoucauld er, at sama ger, hvussu vit pynta okkum við vøkrum grundgevingum fyri hesum ella hasum, aftan fyri býr altíð okkara egna fáfongd. Júst hetta er ein aðallindin í skaldsøguni »Barbara«.
Fyrstu ferð Jørgen-Frantz Jacobsen nevnir, at hann umhugsar at fara undir eitt skaldaverk er í brævi frá 10.- 11. dec. 1933. Hann hevur verið saman við Otto Gelsted, og hesin hevur biðið hann lova sær, at fara í holt skaldsøguna longu í morgin. Men Jørgen-Frantz er í iva: »Skal eg skriva ta bókina? Tað er ikki so lættført. Eg havi hvørki hegnislag ella skapandi hugflog til at birta í eina søgugongd. Mítt hugflog er lýriskt, ikki episkt ella dramatiskt. Tað er lítið fyri hjá mær at klamsa saman nakrar náttúrulýsingar. Men tað er ikki tað«.
Í tí nevndu samrøðuni við Bjarne Nielsen Brovst sigur William Heinesen, at tað er sjúkan sum ger, at Jørgen-Frantz sleppur blaðmannayrkinum. Stóran part av tíðini lá hann á song, og tí gjørdist fiktiónin meiri sjálvsøgd. Kortini sigur William seg vera blivnan líka bilsnan sum Christian Matras, tá ið hann frættir, at vinmaðurin ætlar sær undir eina skaldsøgu. Men bæði hann og Christian Matras royna at koyra undir Jørgen-Frantz, tí teir skilja á lagnum, at hann kennir seg ótryggan í hesum samanhangi.
Men enn ivast hann, hóast hann sigur frá, at fyrsta kveikingin kom av »vetrarhásum másum á Peblingesøen. Eg hugsaði mær bókina at byrja ein summarmorgun kl.3-4 úti á Reyni við másagólan. Víst er tað kortini ikki, minni enn so, at eg fari undir skaldsøguna nú. Kanska er meira skil í fyrst at skriva ein doktaradisputáts«.
Tað stendur honum nevniliga í boði fyri góða løn at skriva søguna hjá monopolhandlinum í Grønlandi, men - sum William Heinesen greiðir frá - er hetta einastu ferð, at Jørgen-Frantz nevnir sína uppgávu. Tankarnir hjá honum vóru heilt aðrastaðni. Nevniliga hjá henni sum gjørdist fyrimyndin til Barbaru í skaldsøguni.