Íbúðarbygging á Strondum

Sjóvar Kommuna boðar frá, at kommunan og Mekon Sp/f hava gjørt avtalu um, at Mekon keypir tvey íbúðarøkir á Strondum. Mekon skal ætlandi byggja 22 íbúðir, sum verða bygdar í nýggju útstykkingini úti við Hálsatjørn og Nónvarða

Hendan staðsetingin er eitt nýtt bústaðarøki á Strondum, fleiri nýggj hús eru komin har, og fleiri eru ávegis. Hettar merkir, at um stutta tíð er ein heilt nýggjur býlingur komin. 

 

Økið er slætt, og útsýnið er heilt framúr gott. 

 

Verkætlanin umfatar tveir bygningar. Ovari bygningurin hevur 10 íbúðir, og niðari bygningurin hevur 12 íbúðir.

 

Niðari bygningurin er lagdur niður í lendið, so at parkeringsøkið er ájavnt við ovaru hæddina. Tað vil siga, at tað er gangandi beint inn á ovaru hæddina, og trappur eru niður á niðaru hæddina.

 

Í ovara bygninginum er parkeringsøkið ájavnt við niðaru hæddina, so at gangandi er beint inn á niðaru hæddina og trappur upp á ovaru hæddina.

 

Arbeiðið byrjar beinanvegin, fyrstu íbúðirnar verða klárar at flyta inn í á páskum 2025.

 

##med2##

 

##med3##