Íbúgvar skipa fyri fundi um miðbýnum í Havn

Tórshavnar Kommuna leggur upp til Urtagarðsbýin, men er tað har nærdemokratiið blómar?

Grannaløgini í miðbýnum ivast stórliga og skipa tí aftur fyri almennum fundi um býarskipan og nærdemokrati. Vil tú sum borgari í Tórshavnar Kommunu taka lut í hesum, er tú vælkomin oman í Reinsaríið í Havn mikukvøldið 15. mars kl. 20.

 

Á skránni er:

 

1: Michael Jacobæus hevur framløgu um “Lív í miðbýnum – nýggj ætlan fyri miðbýin”.

 

2: Elin Hentze tosar um, hvat er gott fyri ferðavinnuna.

 

3: Elin Brimheim Heinesen fer at tosa um gentrifisering, sum hendir, tá áhugin fyri einum íbúðarøki, sum íbúgvar hava gjørt sermerkt, veksur og spekulatión kemur uppí.

 

4: Áhugafelagið “Havnar hugni” verður endurstovna.

 

5: Orðið er frítt millum tey, sum møta á fundinum.

 

Fyriskiparar eru:

 

Grannar við Tinghúsvegin,

 

á Reyni,

 

úti í Rættará,

 

miðbýurin fyri vestan

 

og við Havnará