Í kvøld var triðja hálvfinalan leikt í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV tóku ímóti Natasju Hammer og hennara liðfeløgum í Haukum.
ÍBV vann ein tepran 20-19 (10-8) sigur og er nú á odda 2-1 í hálvfinaluuppgerðunum.
Tá eitt korter var eftir av dystinum var ÍBV á odda 16-12, men tá vaknaði Haukur, og tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum var Haukur á odda 17-16.
Tá ein minuttur var eftir var støðan 19-18 til Haukar, men ein gyltur seinasti minuttur vendi dystin fyri ÍBV.
Natasja skoraði fýra mál og var næstbesti málskjúttin hjá Haukum.
Liðini hittast aftur í Hafnarfirði til fjórðu hálvfinaluna leygardagin klokkan 16.