Liðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum leiktu seinastu dystirnar í grundspælinum í dag.
Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV eru longu staðfestir vinnarar av grundspælinum, og tað merkti helst avrikið móti Fram á útivølli í dag.
ÍBV tapti stórt 19-28 (10-14). Ingibjørg skoraði eitt mál hesaferð.
ÍBV og Valur enda bæði á 36 stigum, men ÍBV er betri innanhýsis og vinnur tí grundspælið.
Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum vunnu á heimavølli 32-25 (16-12) á HK. Natasja skoraði tvey mál í dag.
Meðan ÍBV fer beinleiðis víðari til hálvfinalurnar í endaspælinum skulu Haukar spæla fjórðingsfinalu móti Fram.
Haukar endaðu á fimta plássinum í grundspælinum við 14 stigum. Fram gjørdist nummar fýra við 27 stigum, og verður tí favorittur móti Haukum í fjórðingsfinaluni.