Ein føroyingauppgerð og samstundis fyrsta hálvfinalan í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum var leikt úti í Heimey í dag.
Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV tóku ímóti Natasju Hammer og liðfeløgunum í Haukum.
ÍBV vann dystin sannførandi 29-22. Í steðginum var ÍBV á odda 12-10.
Tað er helst soltin uggi hjá Natasju, men hon bleiv saman við Elín Klaru Þorkelsdóttir toppskjútti hjá Haukum við sjey málum hvør.
Mánadagin hevur Haukur heimavøll í aðru hálvfinaluni, har spælt verður best av fimm uppgerðum.