ÍBV vann føroyingauppgerðina og fjúrtanda dystin á rað

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV eru nú oddalið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Á Hafnarfirði tóku Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum móti Ingibjørg Olsen og hennara liðfeløgum í ÍBV.

 

ÍBV vann ein greiðan 30-23 sigur. Haukar vóru væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var ÍBV bert á odda 15-14. 

 

Talan var um fjúrtanda sigurin á rað hjá ÍBV, ið nú er fremst í deildini við 32 stigum.

 

Natasja skoraði fýra mál fyri Haukar, ið enn ikki hevur tryggjað sær pláss í endaspælinum.

 

Seks tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl vinna seg í endaspælið.

 

 

 

Lið:DystirMálmunurStig
ÍBV18519:43332
Valur18522:42430
Stjarnan18487:41827
Fram18493:41721
Haukar19511:54212
KA/Þór17408:44012
Selfoss18465:5468
HK18386:5712