Icelandair bílagt nýggj flogfør

Íslendska flogfelagið Icelandair spennir seg út. Felagið kunngjørdi í vikuni, at tað hevur bílagt 12 flogfør frá amerikonsku Boeing-verksmiðjuni og tilskilað sær møguleikan at bíleggja 12 afturat. Talan er um flogfør av sløgunum 737 MAX8 og 737 MAX9, og eftir ætlanini skulu tey seinastu takast í nýtslu í 2017. Tey koma ístaðin fyri Boeing 757-flogførini, sum felagið nú brúkar.

Sambært tí almenna príslistanum hjá Boeing kosta tey 12 flogførini 1,2 milliard dollarar, men feløgini vilja ikki siga, hvat Icelandir skal rinda. Íslendska felagið hevur tosað við amerikanska innflutnmings- og útflutningsbankan um fígging.

Boeing 737 MAX8-flogførini taka 153 ferðafólk, og Boeing MAX9-flogførini taka 172 ferðafólk.