ICES: Lækkið kvoturnar eftir sild og makreli

ICES hevur latið tilmæli fyri, hvussu nógv kann fiskast av svartkjafti, norðhavssild og makreli í 2018. Talan er um eina lækking í kvotunum av sild og makreli, og ein lítil hækking fyri svartkjaft, samanborið við 2017.

ICES mælir til, at kvotan av makreli verður lækkað við einum triðingi og kvotan av sild við 15 prosentum. Samstundis heldur ICES tað vera ráðiligt, at fiska eitt vet, 3 prosent, meiri av svartkjafti. ICES mælir til, at í mesta lagi 1.387.872 tons av svartkjafti, 546.572 tons av norðhavssild og 550948 tons av makreli verða fiskað í 2018.

Havstovan skrivar, at orsøkin til lækkaða tilmælið av sild, er at tilgongdin svíkur og norðhavssildin tí er í minking. 

- Ongin góður árgangur er komin undan síðani 2004. Tó royndist 2009-árgangurin hampiliga væl, og vónirnar eru eisini hampiliga góðar til 2013-árgangin, skrivar Havstovan.

ICES gjørdi eina endurmeting av stovninum fyrr í ár, sum førdi til, at metingin varð lækkað nakað. Harumframt er líkt til, at tað verður fiskað nógv meiri av makrel í 2017 enn endaliga tilmælið mælti til. 

- Hetta er tí, at londini ikki eru samd um býtið av makrelinum og tí ásettu egnar kvotur, sum tilsamans vóru munandi hægri enn tilmælið, skrivar Havstovan.