ICES loyvir nógv størri sildafiskiskapi næsta ár

ICES heldur tað vera ráðiligt at fiska eina helvt meiri av norðhavssild komandi ár enn stovnurin skeyt upp fyri í ár.

 

Tilmælið kom eftir at ICES hevði staðfest, at nýggja umsitingarætlanin, sum strandarlondini samdust um fyrr í mánaðinum, var burðardygg.

 

 Talan er um eina 53% hækking í kvotuni av norðhavssild í mun til í fjør.

 

 Gýtingarstovnurin av norðhavssild er 3,859 milliónir tons í 2018 og er tað oman fyri nýggja markið í umsitingarætlanini fyri, nær varsemi skal vísast. Hetta førir við sær, at ikki er neyðugt at lækka veiðitrýstið vegna varsemisregluna.

 

Umframt hetta hava strandarlondini í nýggju umsitingarætlanini avgjørt at hækka, hvussu nógv kann fiskast úr stovninum hvørt ár. Í gomlu umsitingarætlanini var hetta talið 0,125, meðan veiðitrýstið í nýggju umsitingarætlanini er sett til 0,14.

 

Stovnurin er í minking og hevur verið tað síðani 2009, hóast veiðitrýstið minkaði í tíðarskeiðinum 2010-2015. Veiðitrýstið er vaksið aftur síðani tá. Ein høvuðsorsøk til minkingina er, at tilgongdin hevur svikið hetta tíðarskeiðið. Tó er ein glotti at hóma, nú 2016-árgangurin er mettur at vera oman fyri miðal.

 

Hóast tilmælið fyri í ár var 384.197 tons, so varð metta veiðan heili 546.448 tons. 

 

Føroyska kvotan eftir norðhavssild var í ár 88.350 tons. Strandarlondini samdust tá um eina mest loyvdu veiðu á 435.000 tons. ICES metir altso, at tað eru fiskað góð 100.000 tons meiri enn strandarlondini samdust um. 

 

Tilmælið fyri komandi ár er 588.562 tons. Ilt er tí at siga nakað um, hvørt hækkingin í tilmælinum fer at føra til nakra veruliga hækking í kvotunum fyri norðhavssild næsta ár.

 

Samráðingarnar millum strandarlondini um mest loyvdu veiðu og nýtt býti í 2019 verða seinni í heyst.