Ida vinnur X-Factor

Bólkarnir í X-Factor eru ikki væl fyri í ár, og Pernille Rosendahl hevur sterkastu luttakararnir, heldur tónleikastjóri hjá Ekstra Blaðnum.

 

Í morgin byrja stóru X-Factor live showini, og nú fáa vit at síggja hvussu teir ymsu luttakararnir klára seg á stóra pallinum.

 

Tónleikastjórin hjá Ekstra Blaðnum, Rune Melchior Sjørvad, sigur nú við heimasíðuna hjá Ekstra Blaðnum, at hann heldur Idu hava størsta møguleika fyri at vinna.

 

Tað eru serstakliga tey bæði Morten Benjamin og Ida, sum tónleikastjórin hevur góðar vónir til.

 

Hann heldur, at Ida fer at vinna, og at Morten Benjamin fer at koma í finaluna.

 

- Tey hava eitt til felags, og tað er, at tey hava eina sterka søgu. Morten Benjamin hevur stríðst við happing, meðan Ida er ein varin genta frá Jyllandi við stórum tannboyla, vísur hann á.

 

Hann doypir samstundis 17 ára gomlu Idu fyri “den grimme ælling”.

 

kelda. eb.dk