Fyri fimtu ferð út av seks møguligum hevur Ide Møblar vunnið kappingina »Ársins Handil«, sum VikuBlaðið skipar fyri Ide Møblar eru líka einaráðandi í kappingini »Ársins Handil«, sum Manchester United var í Premier League í 90-unum.
Til Gallaveitsluna á Hotel Føroyum fyri 300 gestum var avdúkað, at Ide Møblar fyri fimtu ferð var kosin »Ársins Handil« av lesarunum hjá VikuBlaðnum.
- Vit upplýsa ongantíð, hvussu nógvar atkvøður hvør handil fær. Heldur ikki handlarnir fáa hetta at vita. Men Ide Møblar í Havn gjørdist nummar eitt, Berglon í Saltangará nummar tvey og Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík nummar trý, sigur Terji Nielsen frá VikuBlaðnum.
Terji Nielsen sigur eisini, at tað ongantíð hava verið so nógvir lesarara, sum hava tikið lut í atkvøðugreiðsluni, sum í ár.
Hetta er sætta árið at VikuBlaðið skipar fyri hesari kappingini, og sum nevnt fimta árið at Ide Møblar vinna. Kappingin fer fram á tann hátt, at veljarar VikuBlaðsins atkvøða um sms-skipanina upp á tann handilin, ið teir meta skal hava hendan heiðurin, og talt verður upp sum til allar aðrar kappingar.
Í sambandi við kappingina burturlutaði VikuBlaðið eisini ein stóran vinning millum teir lesarar, sum tóku lut í atkvøðugreiðsluni. Vinningurin var ein Kia Ceed bilur, og hepni vinnarin var 28-ára gamli Finnbjørn Danielsen úr Árnafirði.