Niclas Johannesen
Hann er har fimm minuttir yvir. Avtalan var annars klokkan tólv. »Eg komi beinleiðis av bussinum. Fekk ikki gjørt tað skjótari,« sigur Jóannes og tykist vera ovfarin av, at blaðmaðurin longu situr meira ella minni klárur. Havnarmaðurin Jóannes er komin allan vegin úr Klaksvík. Hetta er gerandiskostur. Ein av størstu fótbóltsspælarunum í Føroyum nakrantíð venur triðja árið á rað KÍ. Hóast hetta er sera tíðarkrevjandi fyri ein mann, sum eisini hevur fulltíðarstarv í Sambýlinum fyri menningartarnað, so hevur hann kortini brúkt meginpartin av vetrinum til nakað heilt annað. Í lummanum hevur hann húsan til triðju Jóannes Jakobsen-fløguna »myrkursins gongumenn«, sum kemur út flaggdagin 25. apríl. Og júst hetta er orsøkin til, at vit sita her í resturatiónini Marco Polo.
Tú kallar nýggju fløguna hjá tær »myrkursins gongumenn«. Hví?
»Eg haldið heitið riggar til innihaldið í fløguni. Trupulleikin her á landi hevur altíð verið, at okkara egna fólk hevur ikki trúð upp egnan mátt. Í so máta er henda fløgan fyrst og fremst eitt álop á okkum sjálvi og tað, at vit ikki tora at taka ábyrgd av egnum landi. Kápumyndin (sum Jóannes sjálvur hevur málað, blðm.) vísir, hvussu fólk ganga niðurboygd eftir fjallinum. Hetta haldi eg eisini eyðkennir føroyska lyndið. Vit eru eitt niðurboygt fólk, tí tað altíð er blivið trúttað niður í okkum, at vit ikki duga, og at vit ikki kunnu klára okkum sjálvi.«
Jóannes hevur longu prátað seg heitan.
»Fyri meg er tað einfalt. Tú kanst velja myrkur, ella tú kanst velja ljós. Her á landi eru tað alt ov nógvar, ráðandi, kreftir sum velja myrkrið. Dømini eru óteljandi. Okkara egna flagg, Merkið, er eitt gott dømi. Tað funnust føroyingar, sum ikki vildu hava tað. Okkara móðurmál. Fleiri føroyingar vildu ikki hava tað inn um skúlagátt. Tey vildu heldur hava danskt. Og hvør minnist ikki, tá Dagur & Vika skuldi avloysa donsku tv-avísina: Eisini tá var ramaskríggj frá teimum myrku krefturnum. Frá teimum, sum ikki trúgva upp á egnan mátt. Og forrestin, er tað nakar, sum í dag sigur, at vit ikki áttu at havt Dag og Viku?«
Einfalt og erligt
Hvussu vilt tú sjálvur lýsa tónlistarmannin Jóannes Jakobsen?
»Eg veit ikki. Onnur eru helst betur til tað enn ein sjálvur«, sigur Jóannes og setir tenninar í burgarbúffin, sum nú er komin á borðið. Hann tyggir og kemur so kortini við einum boði.
»Eg haldi, at tað, eg geri, er rímiliga einfalt og rímiliga erligt. Eg skrivi beint út frá tí, eg hugsi. Og eg eri slettis ikki bangin fyri, hvat onnur møguliga fara at halda um tað, eg geri. Tað, eg skrivi um, er veruliga tað, eg trúgvi fult og fast uppá.?
Jóannes hevur tosað seg heitan. Tjóðskapur og fosturlandskærleiki eyðkendu hansara undanfarnu fløgu »Royn tínar Veingir«. Við nýggju fløguni »Myrkursins Gongumenn« setur hann kikaran móti egnum landsmonnum. Og tjóðskaparspurningurin setir framvegis dám á hansara tónleik. Og tað er tónlistarmannin Jóannes, vit vilja hitta. Og spurningarnir verða settir hareftir.
Jóannes, hvat kann fáa teg at skriva ein sang?
»Gerandisdagurin. Teir tankar eg geri mær. Upplýsingar, eg fái. Vit vera jú bumbað við upplýsingum alla tíðina. Nógv kemur inn og vendir í høvdinum. Út frá tí koma tankar. Og frá tankunum kunnu koma orð. Kanska bara ein setningur at byrja við. Og tað kann vera nóg mikið til, at eitt lag sær dagsins ljós.« Jóannes hugsar. »Og so er tað sjálvsagt kenslurnar eisini. Tær stýra jú eisini nógv av tí tú gert.?
Hvat kemur fyrst tá tú skrivar. Orð ella tekstur?
»Tað er rættiliga ymiskt. Vanliga setist eg við klaverið. Onkuntíð koma orðini fyrst. Aðrar tíðir ein melodistrofa. Summi løg, ella rættari hugskot, kunnu liggja leingi - okkurt hevur ligið í tvey ár - áðrenn eg taki tað fram aftur og geri tað liðugt. Eitt dømið er lagið »Unga lívið«. Fyrst setti eg meg og ætlaði at umseta eitt annað lag. Men so tók sangurin vend. Hann bleiv egin, ja nakað heilt annað.«
Tú hevur ofta brúkt løg eftir Bjørn Afzelius, eisini á nýggju fløguni. Hvat er tað við honum, tær dámar so væl?
Tað var einaferð fyrst í 80?unum - eg haldi 1983 - eg var í Danmark á vitjan. Á ein ella annan hátt endaði eg á konsert við honum. Og mær dámdi tónleikin sera væl. Bjørn Afzelius er kendur fyri sínar politisku tekstir. Tað mær dámdi, og framvegis dámar, væl við honum er, at hann er altíð í parti við tí minni menta. Og so haldi eg eisini, at hann hevur gjørt nakrar fantastiskar kærleikssangir sum eitt nú »Ikaroz«. Hann megnar á ein ella annan hátt at fáa orð og lag at ganga upp í eina hægri eind. Tað, eg royni, er eisini hetta; at fáa orð og lag at ganga upp í eina hægri eind, uttan at tað skal skiljast á tann hátt, at eg haldi meg vera líka góðan yrkjara ella sangskrivara, sum Afzelius.?
Jakobsen málari
Nýggja fløgan vísir eisini eina aðra hjá Jóannesi; nevniliga málaran Jakobsen. Kápumyndina hevur hann sjálvur málað, og inni í húsanum eru eisini myndir.
Tað eru seinastu tvey árini, at Jóannes er farin at mála.
»Eg eri fór í holt við at mála, tí eg hevði hug. Fyri meg hevur tað at mála nakað við kenslur at gera. Eg havi onga ætlan, tá eg byrji at mála. Hjá mær riggar ikki«.
Sjálvur haldi eg ikki, at kápumyndin er tann tekniskt besta myndin, eg havi gjørt. Men eg haldi, hon lýsir best heitið »myrkursins gongumenn«. Fólkini á myndini síggja eisini tyngd út. Tey síggja uppgevandi út. Líka sum føroyingurin ofta hevur lyndið at vera, tá tað snýr seg um egnan mátt. Tí valdi eg hana. Fólk við sokallaðum skili fyri list kunnu ivaleyst finna bæði eitt og annað at finnast at við kápumyndini. Men fyri meg er tað ein spurningur um at tora. Og tað nervar meg ikki, hvat onnur halda.«
Frá alheimi til tjóðskap
Tað eru skjótt tíggju ár síðani Jóannes gav út fløguna »Hvat Bagir«. Hvat heldur hann so í dag um undanfarnu fløgurnar »Hvat bagir« og »Royn tínar veingir« samanborið við »myrkursins gongumenn«?
»Tá eg gjørdi fyrstu fløguna ?Hvat bagir?, hevði eg ongantíð roynt tá áður. Eg var púra óroyndur, hvat plátuútgávu viðvíkti. Tá var tað spenningurin við at gera eina plátu, ið helt øllum uppi. Innihaldsliga hevur onkur útvarpsmaður (Súni Merkistein, blðm.) sagt, at hon var merkt av ?alheims kærleika?. Rætt er tað eisini, at fyrsta útgávan snúði seg nógv um evni, sum upptóku okkum í 80?unum. »Hvat bagir« snúði seg um eksistenisellar spurningar, ovurfisking og vælferð sum so. »Royn tínar veingir« er tjóðskaparlig. Hon er eisini merkt av skrædlinum í 92. Í so máta ganga »Royn tínar veingir« og »myrkursins gongumenn« meira hond í hond.
Hetta er triðja fløgan hjá tær. Loysir tað seg fíggjarliga at geva út fløgur?
»Nei. Allar útgávurnar hava givið undirskot. Og eg rokni heldur ikki við, at henda fer at mala runt. Tað kostar nógv at gera ein fløgu og keypiorkan í landinum er lítil. Tað kundi verið bíligari, um eg bert brúkti maskinur at gera tónleikin við. Men eg eri av tí gamla skúlanum. Mær dámar best, at tónleikurin verður spældur av menniskjum. Fyri meg eru pengar heldur ikki alt. Pengar eru ikki einasta ríkidømi, ið finst. Tað ljóðar so frelst at siga, at eg kenni tað sum eitt kall at gera tónleik. Men eg haldi, tað er tyðandi at virka í tí samtíð, tú livir í. Hóast hetta við at hava tvey arbeiðið og gera tónleik aftrat í veruleikanum krevur nógva orku.«
Og meðan hann skolar síðsta burgarbitan niður við eini cola staðfestir Jóannes:
»Ja, hetta gongur ikki longur. Eg orki í veruleikanum ikki meira. Fleiri mánaðir av árinum fái eg ofta ikki meira enn 2-4 tímar í søvni um samdøgrið. Og tað er ov lítið«, sigur.
Hetta er síðsta árið, hann er venjari. ?Men hetta segði eg eisini í fjør. Og fyrrárið forrestin eisini«, sigur Jóannes og sær út, sum hann ikki rættiliga veit, um hann skalt trúgva sær sjálvum.
Til síðst, Jóannes. Hvat vilt tú helst fólk skulu kenna teg fyri:Ítróttin ella listina?
»Heilt erligt: Eg eri floytandi líkaglaður. Eg eri ikki áhugaður í at vera kendur. Eg kann ikki brúka tað til nakað sum helst. Fyri meg liggur heldur ongin gleði í tí, at fólk, sum eg ikki kenni stórvegis, kenna meg. Á ólavsøku velji eg sostatt ofta heldur at ganga á eini síðugøtu, heldur enn í øllum persónsrokanum. Persónsdyrkan er fullkomiliga uttan áhuga fyri meg. Hinvegin vóni eg, at tann tónleikur, sum eg geri, kann fáa fólk at hugsa. Og út frá tí taka støðu. Eg vil siga tað á tann hátt, at í Føroyum hevur tað verið so langt úti seinastu árini, at sjálvt líkasælan hevur verið líkasæl.«