Í dag var runavikarsendingin hjá Rás2 eitt serligt "Vespureiður", har John Andersen og Jonhard Hansen vóru vertir.
Fyrstu gestirnir vóru gomlu NSÍ-legendirnar, Jens Martin Knudsen og Eyðun Gaardbo.
Jens Martin og Eyðun eru nøgdir við hugburðin og innsatsin hjá NSÍ, men teir iðra seg um teir brendu málmøguleikarnir, sum áttu og kundu útvegað NSÍ væl fleiri stig. Báðir eru kortini bjartskygdir um, at NSÍ kann vinna seg út í Evropa komandi ár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið John Andersen og Jonhard Hansen høvdu við Jens Martin Knudsen og Eyðun Gaardbo.