Fuglfirðingar eru illa sperdir. Teir eru undir niðurflytingarstrikuni, og í trimum teimum seinstu umførunum verður tað á heimavøllinum í Fløtugerði, at ÍF hevur møguleika at bjarga sær plássið í bestu deildini. Dystirnir eru ímóti EB/Streymi, TB og B68.
Í dag verður EB/Streymur gestur í Fuglafirði. EB/Streymur hevur tryggjað sær plássið í bestu deildini. Sigfríður S. Clementsen og hansara menn hava mikukvøldið seinnu hálvfinaluna í steypakappingini at hugsa um. Tá fara teir út á Toftir at spæla ímóti B68, sum vann fyrru hálvfinaluna 3-0.
Hjá ÍF eru allir teir tøkir aftur, sum síðsta sunnudag vóru leikbannaðir, tá ið ÍF tapti 5-0 í Klaksvík. Teir eru Dánjal á Lakjuni, Jhon Mene Perez, Tóki Nolsøe Olsen, Elias J. Lervig og Hans Jákup J. Lervig og so Jóhann J. Højbro, sum hevur verið burturstaddur.
Pól Jákup Lundsbjerg er framvegis vøddaskaddur.
Hjá EB/Streymi er Jákup Hummeland skaddur. Hann hevur brotið bein í fótinum og verður ikki við aftur í ár.
Bogi Reinert-Petersen og Mikkjal Hellisá hava verið skaðadarvaðir, og tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í dag.