ÍF fór við øllum

Eftir at teir høvdu verið illa kroystir í ein tíma megnaðu fuglfirðingar at reisa seg og vinna 2-1 á B36

Tað er sera gott lag í ÍF leguni í Gundadali, og vónbrotið í B36 leguni er størri, enn tað var fyri viku síðani, tá ið 2-0 varð vent til 2-3 ímóti AB – um tað ber til.

 

ÍF vann í kvøld ólavsøkudystin í Gundadali 2-1. Miðvallarin Bogi Reinert Petersen skoraði sigursmálið eftir hornasparksinnlegg, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin.

 

 

Fyrsta tíman var tað einki, sum bendi á, at stigini skuldu fara úr Gundadali. B36 var væl upplagt, og longu eftir tveir minuttir setti Lukasz Cieslewicz hol á. B36 rakti í 1. hálvleiki tvær ferðir í stólparnar aftanfyri Jákup Mikkelsen. Ikki minst var tað ÍF málverjin, sum var orsøk til, at heimaliðið ikki var frammanfyri við fleiri málum.

 

 

B36 megnaði ikki at varðveita høga støðið í 2. hálvleiki, og so fekk ÍF um endan. Clayton Soares javnaði eftir 62 minuttir, eftir at nýggi B36 málverjin Trygvi Askham hevði hálvbjargað, og so tevjaðu fuglfirðingar av álvara sigurin.

 

 

Síðsti hálvi tímin var hendingaríkur, og tað vóru spentar støður í báðum endum. Sigursmálið skoraði miðvallarin Bogi Reinert Petersen, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin, eftir at Høgni Madsen hevði sent horna innfyri.

 

 

-Vit áttu at avgjørt alt í 1. Hálvleiki, tá ið vit spældu væl og áttu at havt skorað 3-4 mál. Men hjá okkum er tað stong út og ikki inn í ár, og tað verða vit sektaðir fyri. Teir skora eftir tveir deyðbóltar, og vit eru sera vónbrotnir, staðfesti B36 liðformaðurin Súni Olsen, og hann helt fram:

 

 

-Eydnan er ikki við okkum. Eg haldi, at vit arbeiða fyri at vinna hepnið, men oftast hevur tað ikki eydnast. Hetta átti at havt endað øðrvísi, men fuglfirðingar eiga rós fyri, at teir ongantíð góvu skarvin yvir og trúðu uppá tað.

 

 

Bartal Eliasen hjá ÍF helt, at hann og liðfelagarnir vóru hepnir, at teir bara vóru aftanfyri við einum máli eftir 1. hálvleik.

-Vit hava megnað fleiri ferðir fyrr í ár at venda hóttandi tapum til javnleikir og sigrar, og tað tosaðu vit um í hálvleikinum. Royndirnar hjálptu nógv, og í 2. Hálvleiki haldi eg, at vit vóru greitt betri enn B36, var metingin hjá Bartali Eliasen, sum ikki skilti, at dómarin ikki hevði bríkslað fyri brotssparki til ÍF miðskeiðis í 2. hálvleiki:

 

-Eftir horna til okkum kom bólturin í hondina á Súna Olsen, sum hevði armin yvir høvdinum. Tað sóu allir, og eg skilji ikki, at dómarin ikki sá hetta, men tíbetur megnaðu vit kortini at skora sigursmálið.

 

 

Helgi L. Petersen var viðmerkjari hjá Tróndi Arge á Rás2:

 

-Liðini áttu hvør sín hálvleik. B36 hevði fleiri stórar møguleikar í 1. hálvleiki, enn ÍF hevði í 2. hálvleiki, men ÍF skoraði tvey og B36 eitt mál. Um eg skal hyggja kritiskt at B36 liðnum, so haldi eg, at ÍF spælararnir orkaðu betri at spæla síðstu løtuna enn B36. Meðan spælararnir vóru eins væl fyri, var B36 omaná, men tá ið tað leið út á 2. hálvleik, vóru ÍF spælararnir raskari. Teir spæla ikki yvir evni, men teir stríðast og spæla framúr væl, og aftur hesa ferð gav tað úrslit, var metingin hjá Helga L. Petersen.

 

 

ÍF hevur í kvøld vunnið seg upp á 33 stig. Harvið eru fýra stig fram til HB, sum í morgin fær vitjan av NSÍ. B36 er á 4. plássi við 21 stigum.

 

 

 

B36-ÍF 1-2 (1-0)

1-0: Lukasz Cieslewicz 2.

1-1: Clayton Soares 62.

1-2: Bogi Reinert Petersen 90.

Dómari: Bent Tommy Linklett

 

B36: Trygvi Askham – Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Hørður Askham, Gilli Sørensen (Símun Joensen, 75.) –  Høgni Midjord (Rasmus Dan Sørensen, 70.), Róladur Jacobsen, Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz - Súni Olsen – Adeshina Lawal (Tóki á Lofti, 89.)

Gult kort: Evrard Blé

 

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard (Dánjal á Lakjuni, 58.), Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen, Nenad Saric (Fritleif í Lambanum, 87.) – Øssur Dalbúð – Clayton Soares

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard, Clayton Soares

 

----

 

LIÐUGT

1-2!

 

 

 

4 minuttir lagdir aftrat!

 

 

 

90) 1-2: Bogi Reinert Petersen 90.

Eftir horna er um reppið, at Bartal Eliasen skoraði, men tað varð bjargað á strikuni, og eftir nýtt horna skoraði Bogi Reinert Petersen!

 

 

 

87) 1-1

Eftir horna hjá B36 stútar Símun Joensen, men Jákup Mikkelsen bjargar.

Nú lætti tokan aftur í Gundadali.

 

 

 

85) 1-1

Jan Ó. Ellingsgaard hjá ÍF hevur sæð gult.

 

 

82) 1-1

Eftir ÍF horna fær sneiðir Lukasz Cieslewicz seg leysan eftir skótt mótálop, men Jákup Mikkelsen bjargar meistarliga.

 

 

 

78) 1-1

B36 hevur verið tætt  við, men Høgni Zachariassen bjargaði á strikuni. Lukasz Cieslewcz og Rasmus Dan Sørensen vóru sentralir í álopinum. Tað kennist sum B36 er við aftur! 

 

 

 

75) 1-1

Tað er ÍF, sum er greitt omaná, og eitt nú hevur Øssur Dalbúð tvær ferðir verið tætt við. Símun Joensen er komin á vinstra vongverja hjá B36 í staðin fyri Gilla Sørensen.

 

 

 

70) 1-1

Talan er nú um nógvar og tættar nærdystir. Tað er ÍF, sum hóttir meiri og meiri.

B36 hevur skift út: Høgni Midjord er farin av vøllinum, og Rasmus Dan Sørensen er komin á vøllin.

Gilli Sørensen liggur uttanfyri vøllin við krampa. Tí er B36 undirmannað júst nú.

 

 

 

65) 1-1: Clayton Soares 62.

So er javnt í Gundadali. Eftir at Trygvi Askham hevði hálvbjargað, var Clayton Soares fyrstur á returbóltinum.

Fugfirðingar hava rættuliga fingið mót av nýggjum.

 

 

 

61) 1-0

B36 megnar ikki heilt at varðveita støðið, sum heimaliðið vísti í 1. hálvleiki, og tað ber við sær, at ÍF tevjar møguleikan.

 

 

 

58) 1-0

Dánjal á Lakjuni er komin á vøllin fyri Ara Ó. Ellingsgaard hjá ÍF.

 

 

 

55) 1-0

Einasti stóri møguleikin eftir steðgin var, tá ið Súni Olsen sendi fríspark langt upp um málið. ÍF er betri við, enn fuglfirðingar vóru stóran part av 1. hálvleiki.

Høgni Zachariassen hjá ÍF hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Súna Olsen.

 

 

 

46) 1-0

Liðini eru komin á vøllin aftur í somu manningum, sum spældu í 1. hálvleiki.

 

 

HÁLVLEIKUR

1-0

Bent Tommy Linklett hevur bríkslað fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki. Fuglfirðingar hava nógv at tosa um, tí tað er millum lítið og einki, sum hevur riggað hjá teimum.

Í B36 eiga teir at iðra seg um, at teir ikki hava megnað størri úrtøku, tí teir hava havt nógvar møguleikar, eitt nú hava teir tvær ferðir rakt stólparnar aftanfyri Jákup Mikkelsen, sum aftur í dag hevur verið stinnur í ÍF málinum.

 

 

 

45) 1-0

 

 

 

43) 1-0

Fuglfirðingar eru um ein háls. B36 pressar um allan vøllin, og tað ber við sær, at tað er sjáldan, at ÍF megnar at mynda álop, og at B36 ofta fer í skjót mótálop.

 

 

40) 1-0

Heimaliðið er greitt omaná, og um tað ikki var Jákup Mikkelsen, sum stóð í ÍF málinum, so kundi tað verið verri statt. Nú hevur hann aftur bjargað, tá ið Lawal sneiddi seg leysan.

 

 

 

37) 1-0

Adshina Lawal hevur sneitt seg leysan, men Jákup Mikkelsen bjargaði.

 

 

 

35) 1-0

Súni Olsen hevur leysan framrættaðan leiklut, og tað kennist B36 liðformaðurin at trívast væl við. Nú hevur hann úr stórari fjarstøðu roynt seg við frísparki, og enn eina ferð brast bólturin í stólpan.

Tað er trýst á ÍF!

 

 

 

30) 1-0

Høgni Eysturoy hevur úr høgru havt góða skotroynd, men bólturin fór dygst framvið.

ÍF hevur síðstu løtuna tiltuskað sær tvey hornaspørk, men einki spurdist burturúr, og so var B36 sera vandamikið í snarálopi.

Mjørkin sýgur seg saman aftur um Gundadal!

 

 

25) 1-0

Fuglfirðingar hava ilt við at spæla seg fram til spentar støður, og heimaliðið kennist vera nøgt við støðuna, sum hon er.

 

 

20) 1-0

Tað var annars ÍF, sum var í álopi, og tá fuglfirðingar mistu, var Leivur Joensen staddur frammarlaga í høgru, og Súni Olsen, sum í hesum førinum ikki luttók í verjupartinum, varð púra leysur.

 

Bæði Ari Ó. Ellingsgaard hjá ÍF og Evrard Blé hjá B36 hava sæð gula kortið.

 

 

 

18) 1-0: Lukasz Cieslewicz 17.

Eftir skjótt mótálop, har Súni Olsen var arkitektur og legði innfyri úr vinstru, var tað Lukasz Cieslewicz, sum fyri opnum máli trillaði bóltin í málið.

 

 

15) 0-0

Tað gongur javnt á, og hvørki liðið hevur spælt seg til møguleikar. B36 hevur framvegis bóltin meiri, men ÍF lúrir eftir at spæla Øssur Dalbúð og Clayton Soares leysar.

B36 vildi hava dómaran at døma fyri brotssparki, tá ið hann í nærdysti við Jákup Mikkelsen fór um koll, men dómarin tagdi.

 

 

10) 0-0

Fyrstu løtuna er tað heimaliðið, sum hevur havt bóltin meiri, men burtursæð frá møguleikanum í fyrsta minutti, so hevur talan ikki verið um møguleikar.

Fyrrapartin var tjúkt í Gundadali, men nú er klárt.

Júst nú er lítil steðgur, tí Lawal og Bartal Eliasen hava mist luftina eftir samanbrest.

 

 

 

5)0-0

B36 hevur umskipað, tí vongverjin í vinstru hjá B36, Símun Joensen, ikki er á vøllinum. Merkisvert er tað, at Gilli Sørensen er vongverji í vinstru. Umframt Símun Joensen er Jákup á Borg heldur ikki á B36 liðnum. Allir ÍF spælararnir eru tøkir.

 

 

 

1) B36 leggur bragdliga fyri. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Súna Olsen, sendi Lukasz Cieslewicz bóltin í stólan.

 

 

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Bent Tommy Linklett dømir í bestu deildini.

 

B36-ÍF kl. 18.30

Dómari: Bent Tommy Linklett

 

B36: Trygvi Askham – Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Hørður Askham, Gilli Sørensen –  Høgni Midjord, Róladur Jacobsen, Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz - Súni Olsen – Adeshina Lawal

 

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard, Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen, Nenad Saric – Øssur Dalbúð – Clayton Soares

 

 

 

Undan dystinum

Árstalsfelagið í Gundadali hevur í kvøld vitjan av ÍF, sum er sera væl fyri. B36 var síðsta vikuskifti fyri stórum vónbroti, tá ið 2-0 leiðsla á Argjum varð vend til 3-2 tap. Ta ferðina varð málverjin Tórður Thomsen vístur av vøllinum fram ímóti dystarenda. Tískil er hann leikbannaður í kvøld. Avloysari er Tygvi Askham, sum fyri stuttum skrivaði undir sáttmála við B36.

               

 

 Hjá ÍF er miðverjin Bartal Eliasen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið á oyggjaleikum. Ímóti TB kom tað sera illa við, at miðverjin Høgni Zachariasen noyddist skaddur av vøllinum. Eisini tí at ein annar miðverji Poul N. Mikkelsen longu undir upphitingini varð skaddur. Tað verður vónað, at teir báðir verða førir fyri at spæla í kvøld.

               

 

B36-ÍF: Eiler Rasmussen í kvøld klokkan 18.30.