ÍF fyrireikar seg frá málinum og fram

Betri deildin menn: Fuglfirðingar skulu aftur spæla fótbólt sunnudagin, og tað verður við Tóra Traðará í málinum

Mynd: (ÍF/Facebook) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Tóri Traðará

Fuglfirðingar skulu aftur spæla fótbólt sunnudagin, og tað verður við Tóra Traðará í málinum. Tað boðar felagið frá á Facebook.

 

- Í kvøld kunnu vit avdúka, at Tóri Traðará aftur í 2023 stendur sum aftasti skansi hjá ÍF! Tóri er 26 ára gamal og hevur spælt 86 dystir í 1 deild, og 6 dystir í Betri deildini Vit í ÍF eru sera fegin um at Tóri, sum er ein fantastiskur málmaður, vil halda fram hjá okkum komandi ár, skrivar ÍF.

 

Úr Fuglafirði verður sagt, at felagið leitar eftir styrki til komandi kappingarár. Fleiri spælarar fóru úr ÍF til Skála undan hesum kappingarárinum. Nú er aftur vent í holuni og ÍF er í Betri deildini, meðan Skála er í 1. deild. Hartil er eitt annað lið í Eysturoynni farið niður í 1.deild. Tað er NSÍ. Spurningurin er so á hvørjum miði ÍF leitar.

 

Mynd: (ÍF/Facebook) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Tóri Traðará