ÍF hevur tryggjað sær enn ein sáttmála til komandi kappingár. Fyrst var tað málverjin Tóri Traðará, síðani vendi Jákup Nolsøe Olsen heimaftur eftir eitt ár í útlegd á Skála. Hesa ferð er tað Jóhann Højbro, ið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við ÍF.
- Jóhann Højbro, ungi pressarin á miðjvøllinum, hevur undirskrivað ein tvey ára sáttmála við ÍF. Jóhan er hóast sín unga aldur, ein av undangongumonnunum á unga ÍF liðnum. Hansara stríðsvilji og árræði eru eginleikar, sum vit heilt sikkurt koma at njótað gott av komandi tvey árini í Fuglafirði, skrivar ÍF.
ÍF hevur í ár spælt í 1. deild, men skal komandi ár kappast við við tey bestu í Betri deildini hjá monnum.