ÍF hevði ongan málmøguleika í seinna hálvleiki

(Ljóðbrot frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ fegnast um innstuderaðu deyðbóltsstøðurnar, ið geva úrslit

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Trygva Mortensen.

 

Trygvi er serliga fegin um seinna hálvleik, har tað eydnaðist hansara monnum at halda ÍF burtur frá øllum. Hann er eisini fegin um væl innstuderaðu deyðbóltsstøðurnar, sum førdu til tvey mál hjá Pól Johannus Justinussen. 

 

Í samrøðuni grundgevur Trygvi eisini fyri hví hann sá seg noyddan at taka Harald Højgaard út, longu í fyrra hálvleiki.