ÍF hevur kós móti niðurflyting

Innskifti Tóki H. Johannesen skoraði avgerandi málið tíðliga í seinna hálvleiki

Tað er fagnaður í heimaleguni, og tað er ikki gott lag í ÍF leguni í Hólmanum á Eiði.

 

Oyggjauppgerð og lyklauppgerðin, um hvat av hesum báðum liðunum skal sleppa undan stóru hóttanini av niðurflyting, er av í dýrdarveðrinum í Hólmanum á Eiði, og EB/Streymur vann 1-0.

 

Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur 19 stig og hevur lyft seg upp á sjeynda plássið. EB/Streymur og B68 hava 19 stig, og málmunurin hjá EB/Streymi er -21, og hjá B68 er málmunurin -30.

 

ÍF er næstaftast við 13 stigum, og nú skal ÍF vinna tveir dystir fleiri enn B68 og EB/Streymur, um tað skal eydnast at sleppa av niðurflytingarplássi.

 

ÍF var leikliga omaná í fyrra hálvleiki, og tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir, var Emil Weihe Joensen í góðari støðu eftir innlegg úr høgru, men tað eydnaðist Róa Zachariasen at verja, tá ið Emil royndi seg úr spískum og heilt stuttari fjarstøðu.

 

Tríggjar minuttir eftir steðgin skoraði Tóki H. Johannesen einsamalla málið. Hann var staddur mitt fyri, tá ið hann eftir innlegg frá Jóhann Hansson Joensen sendi bóltin í málið. Tóki H. Johannesen varð miðskeiðis í fyrra hálvleiki skiftur inn fyri Elias Moustage, sum noyddist skaddur av vøllinum.

 

Fuglfirðingar royndu at spenna álopsbogan, men tað riggaði ikki at vinna góðar málmøguleikar. Upplagdi málskjúttin er ikki at finna á liðnum hjá fuglfirðingum, sum iðra seg um, at tað í fyrra hálvleiki ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr leikligu yvirvágini.

 

Eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda, gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá heimamonnunum, sum fram ímóti dystarenda dugdu væl at dølla sær og ikki at seta beina kós ímóti málinum, men heldur at samanspæla og at lata tíðina arbeiða fyri tepra sigrinum, ið av álvara legði sjógv millum niðurflytingarstrikuna og EB/Streym.

 

 

 

EB/Streymur – ÍF 1-0 (0-0)

 

1-0: Tóki H. Johannesen

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Heðin Klakstein, Mikkjal Hellisá,  Andras Ó. Olsen, Árni G. Olsen – Bárður Olsen, Elias Moustage – Símun Sólheim, Ronni Møller-Iversen, Jóhann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Elias J. Lervig, Steinbjørn Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Ólavur Niclasen – Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen – Sámal Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard, Emil Weihe Joensen – Hans Jákup J. Lervig