ÍF hevur í dag gjørt eina tvey ára avtalu við Jákup Nolsøe Olsen, sum kemur aftur til barndómsfelagið, eftir eitt ár í útlegd á Skála. ÍF hevur eisini gjørt sáttmála við Tóra Traðará, so nú hevur ÍF tveir málverjar til komandi kappingarár.
- Vit kunnu við gleði boða frá, at Jákup N. Olsen hevur valt, aftur at umboða barndómsfelagið ÍF. ÍF og Jákup hava gjørt eina tvey ára avtalu. Við hesi avdúkingini, kunnu vit av sonnum siga, at ÍF komandi ár, eru fantastiska væl stillaðir á málmanspostinum, við tveimum klassa málmonnum. Um Jákup kann í stuttum sigast, at hann sambært Faroesoccer, hevur hóast unga aldur sín, spæl 66 dystir í fremstu føroysku deildini, skrivar ÍF.
Tað verður brúk fyri øllum góðum kreftum í Fløtugerði, um ÍF skal bjóða av í Betri deildini komandi ár.