Kæran hjá ÍF viðvíkjandi brotssparkskappingin imóti Víkingi liggur enn í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum.
Les eisini: Rumbul - ÍF krevur umdyst
- Kæran liggur í kappingarnevndini og vit hava fund í næstum um málið. Í løtuni arbeiða vit við at finna fordømir og líknandi støður kring okkum, men tað kanningararbeiði er ikki liðugt enn, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini.
Les eisini: Fordømi gevur Víkingi viðhald
Tað var eftir dramatisku fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, at ÍF kærdi dystin. Hetta tí, at teir meta at brot er framt á fótbóltslógina í samband við brotssparkskappingina. Víkingur fekk ein mann útvístan í umdystinum. Tí skal ÍF velja ein spælara frá til brotssparkskappingina. Hetta meta teir ikki er farið fram á rættan hátt.
Les eisini: Væntar 10. brotssparkið tikið umaftur
- Tað kann blíva ein rúgvusmikið mál um einki fordømi er, men hetta kann eisini blíva ein einkult mál. Tað kemur tíðin at vísa, tá millum annað kanningararbeiði er liðugt, sigur Róin Schrøter við in.fo.
Eitt er tó greitt. Málið má avgreiðast áðrenn fyrra hálvfinalan í steypakappingini er.
- Málið verður avgreitt í góðari tíð. Væl áðrenn fyrru hálvfinalurnar, staðfestur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá FSF.
Víkingur kom víðari, eftir at teir vunnu brotssparkskappingina. Nú spurningurin, um úrslitið stendur við.