Øssur Dalbúð er fluttur til Danmarkar og fer at royna seg í donskum fótbólti. Øssur eigur sín lut í góðu úrslitunum hjá ÍF í ár. Samanspælið við Clayton hevur til tíðir riggar ótrúliga væl.
- Ætlanin er at spæla í Danmark. Hugurin til fótbólt er framvegis góður, men eg mál líka síggja hvussu verður við skúlanum. Eg havi vant við Fremad Amager, so tað er ein møguleiki til aftaná jól, sigur Øssur Dalbúð við in.fo.
ÍF hevur í vikuni longt við venjaran Albert Ellefsen, meðan spælarar sum Leivur Joensen, Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric og nú Clayton Soares, hava allir gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.
24 ára gamli Øssur Dalbúð hevur skotið heili tólv mál í ár, umframt at hann hevur spælt flestar minuttir fyri ÍF í hesum kappingarárinum.