ÍF-NSÍ beinleiðis á in.fo

IN.fo fylgir dystinum millum ÍF og NSÍ, meðan Rás 2 varpar út frá dystinum.

10. umfar í EFFO-deildini verður spælt um vikuskiftið. og fyrsti dysturin verður spældur longu í kvøld klokkan 19.00.

 

NSÍ hevur fingið eina sera góða byrjan upp á kappingarárið og liggur á odda við 21 stigum eftir at fyrsti triðingurin av kappingini er spældur.

 

Hjá ÍF hevur byrjanin verið heldur lakari, og liðið úr Fuglafirði liggur á 5. plássi við 11 stigum. Teir hava einans vunnið tveir av fyrstu níggju dystunum í ár.

 

Trýst her fyri at fáa beinleiðis dagføringar frá dystinum. Rás 2 varpar eisini beinleiðis frá dystinum.

Leygardagin spæla FC Suðuroy og B36, meðan dystirnir sunnudagin eru AB-EB/Streymur, TB-HB og KÍ-Víkingur.