ÍF roynir nýggjan málverja

Hann hevur royndarvant við feløgunum sum Inter Milan og Manchester City, og hevur spælt fleiri U-landsdystir fyri Danmark

ÍF hevur boðað frá, at felagið leitar eftir nýggjum málverja. Keldir siga, at felagið komandi dagarnar fær vitjan av donskum málverja, sum møguliga skal verja málið komandi kappingarár.

 

Talan er um Oliver Korch, sum um vikuskiftið verður at síggja til venjing í Fløtugerði í Fuglafirði.  Hann er 21 ára gamal, og hevur millum annað vart málið hjá danska U16, U17, U18, U19 og U20 landsliðnum. Har hevur hann millum annað verið liðfelagið við Pierre-Emile Højbjerg og Viktor Fischer.

 

Oliver Korch spældi við FC Midtjylland frá 2013 til 2015, har hann eisini varð útleigaður til Hobro. Í ár hevur hann spælt við Hvidovre. Alt hetta tó uttan at hava spælt á besta liðnum.