ÍF skal í dag klokkan 16:30 spæla Europa League dyst móti Mypa 47 í Finnlandi. Venjarin hjá ÍF, Albert Ellefsen sigur, at teir í ferðalagnum hjá ÍF eru klárir til dystin.
- Vit spæla undir góðum umstøðum. Veðrið er um tey 20 stigini og vit spæla á góðum graslíkisvølli. So vit hava einki at klaga um og onga umbering. Vit eru klárir til dystin í kvøld.
Spurdur um mótstøðuliðið, svarar Albert Ellefsen.
- Vit hava hugt eftir video brotum frá teirra dystum. Tað er ilt at meta um fysiska støðið hjá teimum útfrá video upptøkunum, men vit meta at tekniskt og taktiskt standa vit einki aftanfyri mótstøðuliðið.
ÍF hópurin hevur tó onkrar skaðar at dragast við til dystin í kvøld. Frank Poulsen og Nenad Saric eru ivasamir til dystin í kvøld. Frank Poulsen hevur trupulleikar við knænum, meðan Nenad Saric hevur eina fiburspreinging. Harafturat verður Clayton Soares heldur ikki við á ÍF liðnum í kvøld.
Í 2007 spældi EB/Streymur móti Mypa 47. EB/Streymur reyk tepurt út fyri finska liðnum. Á útivølli tapti EB/Streymur 1-0, meðan teir á heimavølli spældu javnleik 1-1.
Í fjør slerdi Víkingur finska felagið Inter Turku út úr Europa League kappingini. Tískil burdi møguleikin hjá ÍF fyri einum góðum úrsliti verið til staðar í kvøld.
Dysturin millum Mypa 47 og ÍF byrjar klokkan 16:30 føroyska tíð.