ÍF styrkti um sína støðu

1. DEILD: Undrið FF misti seinnapartin nógv í kappingini um at flyta upp í bestu deildinia

Mynd: Undrið FF

TB vann í gjár 3-1 á útivølli ímóti NSÍ, og í dag vann ÍF 2-1 á útivølli ímóti Undrið FF,

 

TB er topplið ínæstbestu deildini við 43 stigum, og ÍF er næstfremst við 39 stigum. Á triðja plássi er næstbesta liðið hjá KÍ við 31 stigum. Klaksvíkingar vunnu hóskvøldið sannførandi 3-1 heimasigur á Summarfestivalinum ímóti teimum næstbestu hjá HB.

 

At Undrið FF tapti 2-1 á heimavølli ímóti ÍF ber við sær, at møguleikin hjá Undrinum fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna uppflyting í bestu deildina, fánaði nógv. Nú eru tað tíggju stig frá Undrinum og fram til ÍF, sum hevur spælt ein dyst færri enn Undrið FF. Teir í Undrinum vóru ikki sørt spentir, hvussu tað fór at tørna út, eftir at teir í ólavsøkuumfarinum vunnu 3-0 á heimavølli ímóti B71, sum er fjórða liðið, ið á pappírunum hevur møguleika at flyta upp.

 

Úrslitini hjá B71 hava seinastu tíðina verið so soltin, at tað ikki verður hugsað  um møguleikan at flyta upp í B71. Nú ræður um hjá sandoyingum at vinna næsta dyst, sum teir siga.

 

Víkingur vann í dag 2-0 uppi á Brekku í Leirvík ímóti næstbesta liðnum hjá 07 Vestur, sum framvegis ikki hevur vunnið fulla úrtøku.

 

 

 

Undrið FF – ÍF 1-2 (0-1)

 

0-1: Tóri Nolsøe Olsen 22.

 

1-1: Ólavur Venned 55.

 

1-2: Dánjal á Lakjuni 71.

 

-

 

Víkingur – 07 Vestur 2-0 (0-0)

 

1-0: Ari Olsen 81.

 

2-0: Rani Hansen 83.

 

-

 

TB171412501743
ÍF161231371539
171016472931
Undrið FF17926292429
Víkingur16835392627
B7116745262225
HB176110313919
B36163310213812
NSÍ16221217588
07 Vestur16021413422

 

-

 

Leygardagin 13. august

 

ÍF – KÍ

 

07 Vestur – Undrið FF

 

HB – B71

 

B36 – NSÍ

 

TB – Víkingur

 

 

 

Mynd: Undrið FF