ÍF vann 2-0

Í yvirtíðini økti ÍF, tá Skála satsaði alt

 

 

Skála tykist hava mist seinastu vónina um at halda lív í sessinum í Effo-deildini.

 

Á heimavølli móti ÍF endaði tað við 0-2 tapi hjá Skála, sum aftur hetta umfarið kundi staðfesta, at munurin upp til AB og bjargingina økist.

 

Bartal Eliasen stútaði ÍF á odda, tá gott korter var farið av seinna hálvleiki. Móti dystarenda royndi Skála at trýsta. Langt inn í yvirtíðini fingu teir horna, og her varð alt fólkið sent framvið - eisini málverjin. Men tað endaði við, at ÍF fór í kontra, og so kundi Kristoffur Jakobsen staðfesta sigurin.

 

Við sigrinum hevur ÍF nú vunnið sær 25 stig fyri 21 dystir. Skála hevur 12 stig, og tað eru 10 færri enn AB, sum er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Skála-ÍF 0-2 (0-0)

0-1: Bartal Eliasen 58.

0-2: Kristoffur Jakobsen 90.+4.

Dómari: Alex Troleis

Skála: Suni Ernstsson – Andras Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen, Holgar Durhuus - Karstin Justesen (Alexandur Johansen, 72.), Ólavur Mikkelsen, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen, Jákup Johansen – Brian Jacobsen (Uni Jacobsen, 69.)

Gult kort: Brian Jacobsen

ÍF: Jákup Mikkelsen – Fritleif í Lambanum (Leivur Joensen, 69.), Bartal Eliasen, Heri H. Nesá, Áki Petersen – Dánjal á Lakjuni, Bogi Reinert Petersen, Kristoffur Jakobsen, Bogi Løkin (Ari Ó. Ellingsgaard, 44.), Nenad Saric – Clayton Soares (Frank Poulsen, 76.)

Gult kort: Heri H. Nesá