Royndi íslendski landsliðsmálverjin, Björgvin Páll Gústavsson stríðist eitt manniligt stríð fyri at fáa altjóða hondbóltssambandið við Hassan Moustafa á odda at lata vanligu korona-leiðreglurnar hjá vertstjóðunum, Svøríki og Pólandi vera galdandi undir komandi HM-endaspælinum í manshondbólti.
Men her vilja tey sum standa á odda fyri IHF ikki víkja ein tumma. Allir HM-leikararnir skulu testast undan innleiðandi bólkaspælinum, aftur undan millumspælinum, og aftur undan fjórðingsfinalunum. Fær ein leikari staðfest koronu skal viðkomandi í sóttarhald í fimm dagar. Einki miðlafólk sleppur at gera samrøður uttan koronagrímu o.s.fr.
HM-leikararnir kunnu heldur ikki heilsa uppá sínar fjepparar orsaka av strongu korona-leiðreglunum.
Björgvin Páll Gústavsson vísti IHF á evropeiska mannarættindasáttmálan, har tað er ikki loyvt at gera mun á fólki. Björgvin Páll vísir á, at øll onnur sum eru stødd í Svøríki og Pólandi meðan HM-endaspælið er í gongd skulu bara halda seg til vanligu korona-leiðreglurnar.
IHF sigur í svari til atfinningarnar hjá Björgvini Pálli, at tey hava hesar strongu koronu-leiðreglurnar fyri at verja leikararnar.
Tað sum tó undrar fólk flest er, at HM var í mansfótbólti í november og desember, og EM í kvinnuhondbólti var í november við vanligum korona-leiðreglum, og tí átti at verið upplagt, at somu korona-leiðreglur vera galdandi til HM-endaspælið í manshondbólti. Men Hassan Moustafa er ikki til at høgga ella stinga í.