Ike hevur ment seg nógv og bleiv í gjár skrásett sum ein ódn á fjórða stigi. Tað er tað næstovasta stigið á listanum, sum amerikanski veðurstovnurin brúkar, og í hvirlunum var vindferðin upp í 215 kilometrar um tíman.
Sambært veðurmonnunum fer Ike inn í Meksikoflógvan. Vanliga menna ódnirnar seg, tá tær koma út yvir opið hav, men summir veðurmenn halda, at Ike er so mikið hørð longu nú, at hon fer kanska at vikna, tá hon fer tvørtur um Kuba og út í flógvan. Aðrir serfrøðingar vænta, at Ike verður framvegis ein av teimum ringu ódnunum, tá hon kemur út í Meksikoflógva, og at hon kann hótta teir nógvu oljupallarnar har.
Umleið ein fjórðoingur av amerikonsku oljuframleiðsluni er í økinum í og kring Meksikoflógvan. Fleiri oljufeløg tóku fólkið av fleiri pallum, tá ódnin Gustav herjaði fyri átta døgum síðani, og tey flestu hava mannað pallarnar aftur nú. Tó ikki øll. Shell Oil Co. boðaði í gjár frá, at felagið hevði gjørt av at bíða við at senda fólkið aftur á pallarnar, nú veðurmenninir aftur boða frá ódn í flógvanum.